Í Jesu navni legði sjógvurin seg beint niður
Brot úr dagbók hjá Per í Rituvík – sunnudagur, 18. januar, 1914
Illveðurssigling, tollaksmessudag 1913
– Nú eru jolini farin aftur um bak, og nýggjárið við. Vit eru nú smátt um smátt komin aftur fyri okkum aftaná ógvisligu hendingarnar her uppundir jól. Um jólahalguna hoyrdu vit boðini um feigdardagin og lagnudagin fyri bygdina Skarð: tveir bátar gingnir burtur; allir vaksnir menn farnir – bert ein oldingi og ein smádrongur eftir. Harrin náði og styrki tey, ið eftir sita einkjur og børn, so nógv so nógv …
Daniel Peter-bróðir, synirnir Hanus og Dánjal Petur, Sámun á Tippinum, Sofus, bróðursonurin, og so eg sjálvur. Harrin spardi okkum hesaferð; men hetta var okkara ringasti túrur til sjós nakrantið: Sá hampuligt út um morgunin. Tóku avgerð at fara út á hav. Róðu út móti Larvasagrynnu og kastaðu á Haminum, umleið 12 fjórðingar úr landi.
Símun var fyrstur at kasta. Hevði tveir á í heinta. Sum hann dregur sæst eitt grovt æl á Borðoynni. vindurin kom sum eitt byrsuskot: tá ið teir nastu kastaðu, fingu teir ikki at standa niður. Har var bert eitt at gera. Draga upp sum skjotast og royna at baksa okkum at landi. Settu á segl. “Lat meg stýra”, segði Sofus. – “Eg kenni bátin best, við tað, at hetta er okkara bátur’. – Helst var honum eisini í minni hina ferðina hann við Daniel Peter-bróðir á sinni høvdu eina øgiliga sigling inn av Larvasagrynnu í landnyrðingsstormi, tá ið teir lendu í Nólsoy. Ta ferðina vóru bæði hann og Hanus ókonfirmeraðir, 12 og 13 ára gamlir.
Hesa ferðina, ið eg nú skal fortelja um, var Sofus einans 17 ár – og var yngsti maður umborð. Vit mannaðu okkum soleidis, at Dánjal Petur, sonurin, stóð við dragið, Símun við skeytið, og Hanus fór at oysa. Vit báðir Daniel Peter-bróðir og eg skuldu so royna at styðja bátin við árunum. Tað var øgiligt. Stormur og kavarok beinanvegin. Har var onki annað at gera enn at befala okkum Gud í vold og so royna, at gera alt okkara ítasta, Brotasjógvarnir vóru nær fleiri ferðir.
Einaferð kom ein. Vit hildu, at okkara seinasta stund var komin; Daniel Peter-bróðir hóttadi mót hesum velduga brotasjógvi – og nevndi Jesu navnið… – tá legðist sjógvurin beint niður…
Men tað gekk inneftir – ella tað, ið vit hildu vera inneftir, tí so tjúkt var í veðrinum, at land sást onki. Vit máttu bara rokna við, at ættin helt sær – síðani at hann brast á av landnyrðingi. Royndu at hava ættina sum kumpas og vóna, at tað bar móti rætta landinum.
Miðaðu eisini móti ikki at koma ov nær Høgnaboða, ið grunnbrýtur í tílikum líkindum. Várharra var við okkum. Raktu eystanvert í Nevið og so beint undan, so nær landi, í vit tordu – nú var ættin mestsum undan.
-Á landi var sum vera man standurin ringur. Óla Christian sonurin, ið ofta er eitt sindur bersøgin, hevði sagt við sonarkonurnar Janu og Nicolinu, at ”í hesum líkindum kemur opin bátur ikki aftur av havi”, so har var lítið mót um okkum.
Jana, sonarkonan, fór upp á loftið, har hon bað og bað, um at teir máttu koma aftur í aftur…
Nicolina, hin sonarkonan, kona Hanus, hugsaði sum so, at jólini fóru at koma, og torv mátti fáast til húsini, so tey ikki sótu køld jólum. Hon fór eftir torvi, bar einar 7 leypar, soleidis at nógmikið var til nýggjárs eisini. Nógvir tankar hava helst farið gjøgnum høvur hennara í hesum tímum. Hvat skuldi verða av teimum øllum, um menn og svágrar ikki komu aftur til teirra?
Nicolina fór til gongu niðan til svigarinnuna Janu. Í tí hon kemur til mark, heldur hon seg í øllum kavarokinum síggja stavnin á einum báti fara við rúkandi ferð inn um Skarvatanga. Men hvat – ein kann síggja so mangt í kavaroki – og helst tað, ein vil síggja. Nocolina kemur so niðan til Janu, ið situr við komfýrin, í koti og hyggur fram fyri seg: ”Ja, Nocolina, hetta verða eini tung jól. Hvat skal verða av okkum, um teir ikki koma aftur? Børnini hjá økkum….
”Nú fara vit at gera klárt til jóla. Eg skal koma at hjálpa tær” sigur Nicolina, sonarkonan, við Janu.
Tær fara so at reinsa og rudda sum fræðast, so tað í hvussu er ikki skuldi verða eftir. Nicolina sigur einki um tað, ið hon helt seg hava sæð fara um Skarvatanga. Tá ið tær høvdu arbeitt í ein tímas tíð, kemur sami Óla Christian, ið onki mót gav teimum, og sigur, at nú eru teir komnir aftur – eitt Guds undur er hent!
Hetta var ringasta ferð okkara nakrantíð á sjónum. Og hetta gjørdist bestu jól nakrantíð á hesi fold.
Mær gjørdist greitt, hvussu nær vit menniskju ofta eru við mark deyðans. Og at okkara tími ikki var komin enn. Harrin hevði tilmált okkum eina tíð afturat. Hesa ferðina gjørdust nógvu abbabørn míni her í húsinum, hjá Dánjal Peturi og niðri hjá Hanusi ikki faðirleys…
Mynd: Málningur av Hilmari Højgaard og mynd av korti, har krónan vísir hvar á leið teir vóru staddir og snórurin vísir leiðina teir sigldu upp undir land.