…..ið varðveitir Føroyar, mítt land!

Trúboðin

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Ja, soleiðis endar okkara kæri og vakri tjóðsangur. Til serlig høvi syngja vit tjóðsangin og undirstrika tá samstundis eisini tess ríka innihald, og hvør kann ikki taka undir við orðunum: Alt streingir, ið tóna, sum vága og vóna, at eg verji Føroyar, mítt land.

Okkum er givin ein skattur at umsita, og tað veri seg bæði viðvíkjandi fiski, fugli og náttúruni annars. Ein skilagóð vernd av okkara tilfeingi gagnar okkum best. Alt hetta er í samljóði við Guds góða vilja við skaparverkinum, ið okkum er givið at umsita við ábyrgd.

Halda vit, at Guds opinberaði vilji er góður fyri mannalívið, so kunnu vit eisini liva í eini tryggari vernd, um vit væl at merkja vilja fylgja Guds góða vilja. Hetta hevur í alstóran mun verið vilji fólksins, sjálvt um eitt og annað kundi verið betri.

Men tíðin rennur sum streymur í á, og nú verður Guds vilji ikki bara sæddur sum ein góð vernd fyri menniskjað, men kanska líka so nógv roknaður sum ein forðan fyri tí frælsa lívinum – sum um Gud er ófrælsur og vil menniskjanum illa.

Tann markleysa hugsanin gjørdi seg markant inn á hjúnabandsskipanina, ið annars altíð hevur verið ímillum mann og kvinnu. Sokallaða tolsemið kundi ikki virða hesa skipan Guds, og mangir føroyingar syrgja veruliga yvir hesa dáragerð, ið Føroya Løgting framdi.

Síðani gekk ein lítil løta, og so var stórt sæð sami hugburður aftur uppá spæl. Nú er ávíst ynski um, at barnið í móðurlívið ikki skal verða vart við lóg. Eisini í hesum máli øtast mangir føroyingar og spyrja: Hvat hendir í okkara kæra landi og harvið eisini fólki?

Við hesum ræðandi boðskapi varð so eisini kravt av teimum, ið vilja verja lív: Nú mugu vit kjakast virðiliga. Gamaní – og ein kann ikki annað enn hava samkenslu við tey, ið kenna sorg og trega viðvíkjandi fosturtøkuspurninginum, men samstundis má spurningurin ljóða: Hvussu verður við framtíðar rættindunum hjá tí ófødda barninum? Er hetta nakað, sum fólk og Føroya Løgting veruliga vilja stríðast fyri?

Jú, spurningarnir eru fleiri, og viðvíkjandi nýggju stjórnarskipanini verður mælt til, at kristnitrúnni KANN gevast serligar sømdir. Hetta grundsjónarmið kann neyvan orðast veikari og er væl eisini í tráð við tíðarandan hjá nøkrum og tann politikk, ið nøkur vilja gjøgnumføra.

Hetta politiska sjónarmiðið, sum í grundini er ein sterk markering, skal síggjast í ljósinum av, at vit sum land og fólk altíð hava staðið á kristnari grund. Er tað hetta, ein á snildisligan hátt vil lóggeva seg burtur frá? Um ikki, so kundi ein lættliga orðað seg greiðari.

Bara frá hesum aktuellu viðurskiftum føðast mong álvarsmál, og tey verða enn fleiri, um vit sum fólk ikki vilja standa á kristnum grundstøði. Tí áttu vit nú at spurt hvønn annan: Vilja vit aktivt og á góðan og hjálpsaman hátt verða við til at verja lív og land og fylgja Guds góða vilja fyri menniskjað og skaparverkið annars?

Í hesum høpi kunnu vit á positivan hátt umhugsa vísdómin í endanum á tjóðsanginum:

Lat sál mína tváa
sær í tíni dýrd!
So torir hon vága,
– av Gudi væl skírd –
at bera tað merki,
sum eyðkennir verkið,
ið varðveitir Føroyar, mítt land!