Innkast: Afturspark

Anton Højgaard

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Afturvaldur! Trump fýra ár afturat! Opinberað mær av Guði í dreymi í nátt!

Hábærsligar útsagnir frá ógviliga mælskum sjálvútnevndum profetum floreraðu á Youtube og Facebook í mánaðir áðrenn og aftaná valið. Men hann, Trump, tapti valið; regluliga ella ikki, tað geri eg meg ikki dómara yvir. Og sokallaðu profetarnir við tjúkkum bankabókum, og sum dagliga spæla hassard við mannasálum , teir marsjeraðu víðari við hondunum uppi, tí sambært teimum, so varð valið stolið av hinum veinginum. Sjónvarps evangelistarnir við profetagávum, tíggind í vinningi og við teirra sannførandi taligávum, útnevndu einmælt Trump sum vinnara av amerikansa valinum 2020.

Og her siti eg, og kann á ongan hátt foreina meg við boðskapin og hugsi hettar er tvætl.

Tað syrgiliga er, at gubbarnir við gávum at profetera, teir lumpa allan heimin, eisini føroyingar. Onkuntíð hava teir evangeliið frammi, men fyri tað mesta spýggja teir gor og gall. Profit og heiður, og ikki nógv meir enn tað.

Navnframir og virdir lærarar í kristnum samanhangum, ríkmennirnir við profetagávum, tíggind í vinningi og sannførandi taligávum. Størstu pallarnar og eitt óhugnaligt uppmerksemi hvørjaferð teir bera framm teirra avskeplaða boðskap. Og bilarnir, flogførini og borgirnar fingu teir, tí Guð hevur signað og bønhoyrt teir.

Og her siti eg, og kann á ongan hátt foreina meg við boðskapin og hugsi hettar má vera tvætl.

Mestsum ótarnaðir gera teir innrás og loypa split í; Kenneth Hagen og Benny Hinn eru tveir teirra. Sjálvdan, um nakrantíð, er tað boðskapurin um Jesus Kristus, og Hann krossfestan, ið teir trýna á pallin við. Tíðansheldur fara teir á flog  við ladaðum orðum um framburð, ríkidømi og sigrandi lív. Flúgva í einar 30 minuttir og lenda við einar appel til neyðars áhoyrararn um at trúgva meir ella forvænta meir av Guði.

Og eftir siti eg, og áni ikki míni livandi ráð. Hvussu skal eg forvænta meir og hvussu skal eg trúgva meir? 

Alt er givið og gevur Guð gleðiliga, tá vit søkja hann. Tí alt varð givið okkum – einki er komið úr okkara innara, einki, so gevst bara at kroysta meiri trúgv og væntan innanífrá. Vit kunnu søkja Guð, einki annað, einki.

Vóru mínar inniligu bønir fyri húsfólkunum, tá tey vórðu rakt av sjúku, ikki nóg inniligar, tá tey ikki vórðu grødd? Og hvussu við henni ið bað og bað, men misti barnið í móðurlívi í viku 10 – vórðu bønir hennara vrakaðar, tí hon onkra løtu ivaðist? Ella var tað synd í hennara lívi, ið sløkti slúsur himins? 

Kenneth Hagen er eirindaleysur og ákærir hin liggjandi, at honum væntaði trúgv!

Um ommu sína segði Hagen: « eg varnaðist at trúgvin hjá ommu vaks í hvørjum, og var tað bert spurningur um tíð at hon fór at verða grødd» og onkra aðrastaðir sigur hann: «onnur eru veik í trúnni. Teirra trúgv er ov lítil til at tey kunnu móttaka grøðingina, tey eiga krav uppá».

So, tað er altso mær tað er galið við, mínari trúgv?

Men sannleikin sambært Guðs orði er, at tað finst einki mynstur fyri bønarsvar. Skriftin er alt annað enn eintýðug hvat bøn og bønarsvar viðvíkur. Onkuntíð játtandi og skjótt svar, og aðrar tíðir deyða kvirt. Hví?

Veri vilji tín, biðja vit. Og tá átti alt at verið sagt, tí Guð er Guð.

Um vit royna at finna eitt mynstur fyri, hvussu Guð virkar, tá enda vit við at róta í eini óendaligari langtan í kronglutum og smáum gongdum, í fjarskotnum blindgøtum. Guð er Guð, og hevur hann alt gott at geva okkum, eisini tá vit minst varnast tað – og varnast vit tað als ikki í okkara egnu sinnisrørdu fjakkan.

Og eru vit viðkvom í lívinum, og loyva hástóru sjónvarspevangelistunum, ið flúgva langt omanfyri øll hini deyðiligu, so er vandi fyri veruligari niðurbræðing. Teir eru eirindaleysir og leggja beint í krovið á teimum, ið eru komin illa fyri, ”tí teimum væntar trúgv”, er teirra innspark.

Eg reisi meg og sparki orð teirra aftur, haðani tey komu, tí eg finni meg ikki í slíkum tvætli.