Hvønn lit følir tú, at grasið hevur?

Jórun Pólsdóttir

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Koronaárið 2020 var eitt løgið ár á so mangan hátt, og tá eg las á sosialu miðlunum, var ein ørgrynna av vónríkum útsøgnum um, at 2021 fer at vera betri! Men ein vika var ikki liðin av nýggja árinum, fyrrenn óðir amerikumenn og -kvinnur lupu á Capitol Hill, m.a. við ákærum um valsvik í amerikanska forsetavalinum sum grundarlagi, og fleiri fólk lótu lív í uppreistrinum. 

USA er langt burtur frá okkum, men tó hava nógvir føroyingar helst eina meining um, hvør hevur rætt í hesum stríðnum. Tað er ikki so løgið, tí vit hava atgongd til alskins tíðindi alt samdøgrið við snildfonum og teldlum. Og tað, sum eg síggji á Twitter ella Facebook, er ikki tað sama, sum tú sært. Fólk í sama húsarhaldi fáa heilt ymisk ”input” í alnetinum – hvønn einasta dag. Vit hava atgongd til alt á alnetinum, men alnetið hevur eisini fría atgongd til okkum, og er við til at mynda okkum. Hvat vit síggja verður stýrt av algoritmum, og ógvuliga skjótt blíva sosialu miðlarnir ekkókømur, har borðreitt verður við meira av tí, sum vit longu halda og meina, og tað er skjótt at fáa eina kenslu av, at øll eru samd við einum sjálvum. Í øllum førum øll tey, sum ein leggur í at vera bólkaður saman við. 

Hvussu sær veruleikin út? Í dag er torført at semjast um, hvat er veruligt og ikki. Ikki einans viðvíkjandi amerikanska forsetavalinum ella heimsumfatandi koronafarsóttini, men eisini viðvíkjandi áður sjálvssøgdum fatanum, sum t.d. hvat kyn er, ella hvør okkara landafrøðiligi og mentanarlig uppruni er.

So seint sum í gjár rendi eg meg í eina heimasíðu, sum eggjar lesandi á einum ávísum universiteti til aktivt at eyðmerkja seg at hoyra til tann fólkabólk, sum tey kenna seg sum, ella ynskja at hoyra til, og krevja, at tað verður virt av øðrum – uttan mun til lívfrøðiligan, landafrøðiligan og mentanarligan uppruna annars.

Allarhelst er hetta ikki blivið vanligt í Føroyum. Tey flestu okkara eru nokk samd um, at føðibræv okkara er galdandi, og at uppruni okkara er nakað, vit ikki sjálvi hava valt. Men í Føroyum, eins og aðrastaðni, er í nógvum viðurskiftum torført at semjast um, hvat er veruligt og satt. Vandi er fyri, at okkara heimsfatan spakuliga verður myndað av tí, sum algoritmurnar fóðra okkum við, og at sannleikin er einstaklingabundin. Og tað blívur nærum ógjørligt at semjast um ein faktuellan veruleika. Spurningurin er ikki longur, hví er grasið grønt, men hvønn lit følir tú at grasið hevur.

Jesus segði ”Eg eri vegurin og sannleikin og lívið. Eingin kemur til faðirin uttan við mær” (Jóh 14,6), og tað fer altíð at vera galdandi. Líkamikið hvat 2021 hevur at bjóða. Jesus er sannleikin.