Jesus er besti vinur barnanna

Trúboðin

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Við ongum hugsjónum villist fólkið (Orðt 28,18).

Í 2011 valdi Landstoymið hetta motto: “Jesus er besti vinur barnanna”, fyri Simba, sum er barnaarbeiðið hjá Kirkjuligu Heimamissiónini. Málið og hugsjónin er, at børnini framhaldandi og til allar tíðir fara at læra at kenna Jesus sum sín frelsara og besta vin.

Fyri tveimum árum síðani varð ein klumma skrivað og lisin upp í útvarpinum við spurninginum: “Hvør hevur ábyrgd av børnunum??”

Hesin spurningur setti gongd í eitt drúgt orðaskifti millum foreldur, lærarafelag og námsfrøðisfelag. Hóast gerandisdagurin hjá børnunum er sundurbýttur, er ongin ivi um, hvør eigur barnið og harvið eisini hevur evstu ábyrgd av tí. Var til ein fyrilestur í Cape Town, sum hevði yvirskriftina “There are no unreached children”, ein forvitnislig yvirskrift og tó ein sonn staðfesting. Øll børn verða nádd, men við hvørjum? Børnini verða ávirkað av teimum umstøðum, tey liva undir, og teimum menniskjum, tey liva saman við. Sum foreldur er okkara fremsta uppgáva at elska, verja og uppala okkara børn. Og sum kristin foreldur at læra tey upp í kristiliga barnalærdóminum. At læra barnið grundleggjandi sannleikar í kristnu trúnni. Og í ljósinum av hesum sannleika at fortelja barninum, at Gud er Gud og ikki bara ein møguleiki millum nógvar aðrar gudar. Her mugu vit ikki svíkja, og vit mugu tora at halda fast í okkara rætti at boða Guds orð. Henda rætt eiga vit eisini sambært Barnarættindasáttmálanum, sum ST skrivaði undir í 1989, stykki 27, sum staðfestir barnsins rætt til andliga og siðiliga (moralska) menning.

Røddir eru eisini frammi her heima á landi um, at menningin á tí andliga økinum, skal ganga fyri seg í tí privata og ikki í almenna rúminum. Spurnartekn verður eisini sett við, sum ein fylgja av eini vaksandi sekularisering, um skúlaflokkar skulu fara í kirkjuna undan jólum fyri at hoyra hin bíbilska jólaboðskapin?

Tíðin er merkt av nógvari ferð og nógvum aktiviteti í dag. Hetta gevur tí einstøku familjuni avbjóðingar men eisini møguleikar.

Sunnudagsskúlin er ein góður møguleiki fyri barnið og familjuna – ein frístaður mitt í einari strongdari tilveru. Eitt pláss, har barnið upplivir Guds nærveru. Har rúm er fyri tí einstaka, og har orðið verður boðað í barnahædd. “Og tá ið børn tykkara spyrja tykkum: Hvør er hesin halgisiður, sum tit halda? Tá skulu tit svara..” (2 Mós 12,26). Og hjá Jósva lesa vit:”Tá ið børn tykkara seinni spyrja tykkum: Hvat merkja hesir steinar? Tá skulu tit svara teimum…”

Nú árið er við at halla, og harvið eisini mín tíð sum barna- og familjuráðgevi í Heimamissiónini seinastu 6 árini, ynski eg av hjarta at takka tykkum øllum runt landið, sum hava staðið saman við mær í hesum týdningarmikla starvi. Takk fyri tykkara forbønir, stuðul og kærleika. Eisini ein serlig tøkk til mínar góðu starvsfelagar, Landstoymið og Høvuðsstýrið. Størstu æruna og tøkkina skal Harrin eiga fyri hesa stóru náði við ynski um, at vit eisini í komandi tíðum við gleði kunnu svara børnum okkara, at vit halda jól, tí Jesus var føddur.

“Óttast ikki, tí sí eg kunngeri tykkum eini stór gleðiboð, sum skulu vera fyri alt fólkið, Tí tykkum er í dag ein frelsari føddur, sum er Harrin Kristus í Dávids staði”.