Jesus ger alt nýtt!

Trúboðin

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Hetta verður boðskapurin í vikuskiftinum.

Í hesum døgum bjóðar Kirkjuliga Heimamissiónin til stórmøti. Við væntan um nógv gott nýtt úr tí gamla gleðiboðskapinum, møtast vit á Giljanesi og øll eru hjartaliga vælkomin.

Í mong ár hava vit havt føroyskar talarar, men til hesi stórmøti fáa vit vitjan úr Noreg. Johnn Hardang er í dag mest kendur sum útvarpsprestur, men hevur í fleiri ár eisini virkað sum bíbliuskúlalærari.  Tey, sum hava hoyrt hann prædika og syngja, lata sera væl at.

Stórmøtini eru eisini fyri yngra ættarliðið (sí skrá í blaðnum) og er tað vón okkara, at fólk í øllum aldri og úr øllum landinum veruliga vilja raðfesta hesi møti á Giljanesi. Fyri rørsluna hevur tað eisini týdning, at vit av og á møtast í størri høpi.

Okkara størsta møti verður tó við tann Jesus, ið kann gera alt nýtt. Sum fólk eru vit í stóran mun borin til Jesu í dópinum, og vilja vit áhaldandi arbeiða fyri, at børnini verða varðveitt í trúnni. Júst tí mugu tey – eins og vaksin – fáa loyvi at hoyra um Jesus.

Hyggja vit nærri at okkara egnu samtíð, so er tíðarandin sera sterkur og vil hann  bara draga okkum burtur frá Jesusi. Hetta er sjálvsagt óheppið, men soleiðis eru korini nú einaferð í einum andligum myrkum heimi. Ikki skulu vit vænta okkum annað.

Í hesum er einki nýtt, men sum Kirkjulig Heimamissión kenna vit hann, ið kann gera alt nýtt, og tí vilja vit aftur og aftur prædika gleðiboðskapin. Stórmøtini vilja tí snúgva seg um tann Jesus, ið frelsa kann. Hann er eisini grundvøllurin fyri lív og tænastu hins kristna.

Eins og hvør tíð hevur sína avbjóðing, so hava øll menniskju eisini sítt at dragast við. Sum ein næsti er gott og rætt at kunna vera til hjálpar við einum og øðrum. Kirkjuliga Heimamissiónin vil eisini vera fólki til hjálpar – ikki minst við tí mest neyðuga. Í hesum sambandi vísa vit til hansara, ið kann tað sum eingin annar kann.

Einki menniskja hevur uppiborið falska trygd, og tí vilja vit sum vekingarrørsla áhaldandi kalla á fólk – soleiðis, at ein og hvør veruliga kann síggja og kenna sína egnu støðu fyri Gudi.

Ert tú komin burtur frá faðirhúsinum – so er ein, ið er vegurin og sannleikin og lívið. Við honum er vegurin til Guds opin – eisini fyri syndarum – og júst tí vilja vit prædika Jesunavnið á Giljanesi.

Sum menniskju royna vit áhaldandi at metta okkum við onkrum nýggjum, og tó er alt í grundini við tað gamla. Vilt tú hava sannan frið við Gud og eitt nýtt lív í syndanna fyrigeving – so kemur tú ikki uttanum Jesus.

Sum frelsarin, er Jesus tín møguleiki og vil eg tí ynskja tær eitt gott stórmøti á Giljanesi – og tað við orðunum: Jesus ger alt nýtt.

 Símun P. Jacobsen