Jesus hevur verið tolin

– Jóhanna er eitt bønarsvar hjá mær. Tað havi eg vitnað fleiri ferðir, at eg var úti í trupulleikum við rúsevnum. Eg var fullur fleiri dagar um vikuna, og eg roykti eisini hash, og einaferð hevði eg fingið nokk av lívinum og vildi faktiskt gera sjálvmorð. Ein vinmaður kom eftir mær, tá ið eg hevði bestemmað meg, at henda verð var ikki til mín. Hann kemur rennandi aftaná mær og sigur “Bíða til í morgin; í morgin ert tú edrúur, og tá er ein betri dagur.” So fari eg í song, og eg var ikki frelstur tá. Men bønina hevði eg altíð havt við mær. Eg visti, hvar eg skuldi fara, um eg var í neyð. So eg bað: “Gud, gev mær onkran at passa uppá meg”, sigur Rúni Johansen.

Í samrøðu greiðir hann, saman við konu síni, Jóhannu, frá hendingum í lívinum, sum hava ført tey hagar, tey eru í dag. Tí nógv ár gingu frá tí, at hann fyrstu ferð rópti til Guds um hjálp, til hann gav sítt lív til Jesus.

– Jesus hevur verið ótrúliga tolin við mær, at hann hevur bíðað so leingi.

Í dag eru tey bæði samd um, at við at geva lívið til Jesus og tæna honum, fært tú signing, og at æran er Guds.

Les alla samrøðuna í Trúboðanum, sum kom út fríggjadagin 16. september.