Jesus segði: “Eg eri lívsins breyð” – missiónsvikan í Leirvík byrjar sunnudagin
Sunnudagin kl. 17 byrjar missiónsvikan í Leirvíkar missiónshúsi við familjumøti, og ein fjølbroytt skrá er løgd fyri alla næstu vikuna. Sum yvirskrift fyri missiónsvikuna hesaferð standa orðini hjá Jesusi í Jóhannes evangeliinum 6,35: “Eg eri lívsins breyð”.
Skrá:
Sunnudagur 20. januar kl. 17:00: Familjumøti við Jastrid á Dalbø.
Eftir møtið er nátturði, har hvørt húski tekur eitt fat við smurdum breyði við, svarandi til áleið tað, sum tey plaga at eta. Øll føtini verða so sett á borðið til eina felags máltíð.
Mánakvøldið 21. januar kl. 19:30: Bøn og lovsangur
Týskvøldið 22. januar kl. 19:30: “So sigur Harrin – Bíblian, uppruni og myndugleiki”
Øssur Kjølbro talar, og Betaniakórið í Gøtu syngur
Mikukvøldið 23. januar kl. 19:30: “Títt orð er ein lykt – Bíblian í gerandisdegnum”
Pól Johannessen talar, og Petur Hans og Jónhild við bólki syngja
Hóskvøldið 24. januar kl. 19:30: “Náðievnini – Hvar finna vit kraftina?”
Jógvan Højgaard talar, og KFUM&K-kórið í Klaksvík syngur
Fríggjakvøldið 25. januar kl. 19:30: “Eg eri vegurin, sannleikin og lívið”
Alfred Olsen talar, og Jórun Pólsdóttir og Jan Jacobsen syngja
Serstøk skrá verður fyri børnini
Leygardagin 26. januar
Kl. 10:00: “Fyrigeving”
Bíbliutími við Snorra Brend
Kl. 19:30: “Tey tvey húsini – Hvat grundarlag byggir tú á?
Mariann D. Poulsen talar, og Oasubrøður syngja
Innsavnan til Kirkjuligu Heimamissiónina
Serstøk skrá verður fyri børnini
Sunnudagin 27. januar
Kl. 11:00: Gudstænasta við Anne Mette Greve Klemensen
Tummas Kannuberg prædikar
Altargongd
Kl. 13:30: Sunnudagsskúli
Kl. 19:30: “Synd og náði – Syndadýpið, fría náðin og æviga vónin”
Símun P. Jacobsen talar, og kórið Vón – Erla, Bárður og Asta Sofía – syngja
Innsavnan til missiónshúsið
Serstøk skrá verður fyri børnini
Annars:
- Bønarmøti er í stovuni í kjallaranum hvørt kvøld hálvan tíma áðrenn møtið
- Møguleiki er fyri forbøn og samtalu
- Drekkamuður verður aftaná hvørt møti
- Sunnukvøldið 27. januar bjóðar húsið nátturða eftir møti
Øll eru hjartaliga vælkomin á missiónsviku í Leirvík