Jesus segði: Verði tó ikki vilji mín, men tín!

Trúboðin

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Skírisdagur minnir okkum á tað stríð, ið Jesus stóð í.

Sum Guds sonur, visti Jesus, at hann skuldi bæði líða og doyggja sum eitt loysigjald fyri okkum. Hendan tilvitanin gjørdi neyvan stríðið lættari, ei heldur pínuna linari, men kortini valdi hann at vera faðir sínum lýðin.

Í faðirsins hjarta spratt tankin um menniskjans frelsu frá glatanini. Hann, ið kundi gera nakað við hetta álvarsmál, sendi so sonin í heimin fyri at frelsa heimin.

Hesin gleðiboðskapur stendur okkum ógvuliga klárur á páskum, og kunnu vit enn einaferð fegnast um Jesu krossarorð: Tað er fullgjørt! Jú, á Golgata fór rættvísi fram, og haðani vellir náðin eisini fram.

Tað fullgjørda prædika vit enn, og innihaldið av gleðiboðskapinum verður enn givið einum og hvørjum, sum trýr á Jesus. Gávan er frí og samstundis sera kostnaðarmikil.

Langi fríggjadagur sigur okkum sostatt frá, hvussu stórt virði menniskjað hevur í Guds eygum og ikki minni í Jesu eygum. Jesus læt jú lív sítt okkara vegna og legði seg harvið eisini undir Guds frelsandi vilja.

Tað síðsta kann tykjast tí sokallaða modernaða menniskjanum meira og meira fremmant. Samtíð okkara sýnist heldur ikki at kappast um at vera vilja Guds lýðin. Heldur verður tosað um rætt og krøv, ið ganga beint ímóti Guds góða vilja við mannalívinum.

Tjóðin hevur nú enn einaferð verið vitni til eina almenna roynd at umdefinera hjúnabandið. Tosað verður um borgararættindi, men lagt verður eftir hjúnabandslógini við tí tilvitaðu fylgju, at maður og maður eisini skulu definerast sum hjún. Hetta er skeivt – eisini uttanfyri kirkjugátt.

Søga okkara er bygd á kristnan arv, og í hesum hevur samleiki okkara ligið tryggur. Gudsóttin hevur verið berandi, men frá hesi signingarkeldu eru alt fleiri farin at seta seg yvir skaparanum – og tankin tykist vera: Veri vilji mín – ikki tín, Gud.

Hesi eyðkenni gerast týðuligari – eisini í Løgtinginum. Føroya fólk hoyrir, hvat tit siga. Føroya fólk sær, hvat tit gera. Tá stríðst verður ímóti Guds grundleggjandi skapanarvilja, tykist vegurin langur til orðini: Gud, veri tó ikki vilji mín – men tín.

Um ein ikki ynskir at byggja virðisgrundarlagið á kristnan arv, ja, so má byggjast á annan grundvøll. Hetta er ein møguleiki, men eingin skal billa nøkrum inn, at hetta ikki er ein uppgerð við tann siðaarv, sum føroyska tjóðin altíð hevur staðið á.

Máttu vit heldur gjørt brúðarmessubønina til bøn fólksins: Vær tøkkum tær, kæri himmalski faðir, fyri, at tú hevur innsett hjúnaskapin, og vær biðjum teg, at tú vilt varðveita hesa skipan tína og signing trygga eisini okkara millum.

Má Gud røra okkara hjørtu soleiðis, at Guds vilji eisini má verða okkara vilji.