Jesus við umborð í morgin

Skeið fyri sjófólk við heitinum: “Jesus við umborð” verður í morgin týsdagin 10. mai í Leguhúsinum í Nesvík.

Hetta skeiðið hevur verið einaferð áður, har tað eydnaðist væl, og vit vænta okkum ikki minni hesuferð, siga fyriskiparnir, ið gleða seg at heilsa upp á og vera saman við luttakarunum í ár. Vælkomin til ein áhugaverdan dag, sum styrkir í trúnni og í tænastu bæði á sjógvi og landi.

Høvið verður at fáa gott prát við onnur sjófólk, hoyra um upplivingar á sjónum og hvat vit kunnu koma út fyri og hvussu vit sum trúgvandi verða ílatin at møta øðrum sjófólki.

Fyriskiparnir: Kári Henriksen, Torleif Johannesen og Kristjan Gaard

Um onkur er, ið ikki hevur teknað, so haldið tykkum ikki aftur men farið leinkju niðanfyri, har skráin eisini sæst.


Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina