Jólamaðurin og Heilagi Andin

Sangurin “When the Music fades”, sum Matt Redman hevur skrivað, sigur tað so væl, at tá ið lagið enda fær, og alt er vorðið nýtt, kunnu vit koma fram til hann. Vit skulu geva honum nakað, sum er nakað vert í hansara eygum. Tað er meir enn ein sangur, tí bara ein sangur er, sær, ikki tað, sum hann ynskir frá okkum. Harrin leitar djypri inn. Hann fer framvið øllum tí materiella, sum vit royna at geva honum. Hann vil bara hava okkara hjørtu. Niðurlagið sigur soleiðis, í føroysku umsetingini: “Eg beri aftur mín hjartans lovsang, og hann er bert um teg, Jesus. Eg angri, at eg ei sang av hjarta, tí hann er jú um teg, Jesus.” Upprunateksturin er, leyst umsett: “Orsaka, Harri, fyri tað, eg havi gjørt tað til, tá ið tað er alt um teg, Jesus.”

Heimurin í dag sær Heilaga Andan sum jólamannin. Um tónleikurin er góður, ljósini eru flott, tað er nógv pyntað, nógv fólk til staðar og lagið er gott, so kemur jólamaðurin og rópar: “Gávur! Gávur! Hvør vil hava gávur?” Tað er ikki soleiðis, tað eigur at vera. Eg hoyrdi fyri stuttum um eina samkomu í útlondum, sum hevði avtikið tónleikin í eitt ávíst tíðarskeið, tí fólkið fokuseraði ov nógv á tað materiella, og ikki á tann Gud, sum hevur givið okkum tær gávurnar at spæla tónleik. Jólamaðurin spyr, hvør vil hava gávur, men vit mugu sjálv koma fram til Gud at biðja um náðigávur. Sjálv spæli eg klaver, men tað er ikki soleiðis, at eg knappliga bara dugdi alt. Eg trúgvi, at Gud hevur givið mær ta náðigávu, at eg læri skjótt, so eg kundi læra meg at spæla klaver. Eg trúgvi eisini, at Gud sendi klaverlæraran hjá mær at læra júst meg tað, eg dugi.

Eini aðrari samkomu varð greitt, at fólkið ikki tóku orðið inn til sín. Tey vóru bara í kirkju sunnudag, og so livdu lívið víðari sum vanligt – fólkið hevði deyða trúgv. Kirkjan avgjørdi tí, at nakrar ferðir um árið, valdu tey ein tilvildarligan sunnudag, har tey sendu øll fólkini út at vitna og boða Guds orð. Hetta var ein stór avbjóðing fyri fólkini, men tey flestu tóku av, og hetta umbroytti lív teirra. Matteus 28,18-20 sigur soleiðis: “Og Jesus steig fram og talaði til teirra og segði: “Mær er fingið alt valdið í himli og á jørð. Farið tí út og gerið øll fólkasløgini til lærusveinar mínar, við tað at tit doypa tey til navns faðirsins og sonarins og hins heilaga anda, og við tað at tit læra tey at halda alt tað, ið eg havi boðið tykkum. Og sí, eg eri við tykkum allar dagar alt til veraldar enda.”

Elisa F. Petersen, Fuglafjørður