Jú minni dýpd, jú meira glimmur?

Øssur Kjølbro

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Er tað bara eg, sum haldi, at jólaketur og annað jólaprýði verður hongt upp fyrr og fyrr fyri hvørt ár? Minnist, at eg koyrdi norðeftir úr Havnini í skýmingini tann 20. november, og legði merki til í bygd eftir bygd, hvussu nógv longu høvdu tendrað keturnar við útiljósum um húsini. So tíðliga var tað ikki í fjør og í fyrraárið, ha?

Nær pyntast skal til jóla er eitt av teimum mongu stríðsmálunum, sum mong av okkum elska at vera ósamd um. Á hædd við spurningin, um mannligir ella kvinnuligir bilførarar duga betri í ferðsluni, ella hvør tunnil skal gerast fyrst.

Mong halda, at jólaprýði skal bíða sum longst, tí annars verður so langligt at bíða eftir jólunum. Tað er nakað sunt við at bíða hvørt ár. Forkelaða nútíðarmenniskjað, ið vil hava alt, sum tað peikar á og tað í stundini, hevur gott av at noyða seg sjálvt at bíða eftir hátíðini. Hóast tað neyvan var Kierkegaard, sum segði, at “forventningens glæde er den største”, so er ein ávísur sannleiki í hesum setningi. Tað er ikki sunt, hvørki fyri búkin ella sinnið, at halda jól alla adventina. Tað tekur líkasum eitt sindur av spenninginum við sjálvum jólunum og dregur onkursvegna há-tíðina niður til tað meira gerandisliga.

LES EISINI  Er munur á kristnum og gudleysum jólum?

Onnur halda hinvegin, at henda árstíðin er so myrk, at allir vit D-vitamin-trótandi føroyingar bara hava gott av at fáa so nógv ljós – og “ljóspunkt” – sum gjørligt. Jú meira ljós og jú fyrr, jú betur! Myrkri hava vit ovmikið av, fyri ikki at tala um illveður og døpur tíðindi og knarr og klandur! Og búkurin fær minni skaða av tí, sum vit eta í desember, enn av tí, sum vit eta frá januar til november.

Men er nakar samanhangur millum hesi bæði, at samstundis sum gudsóttin sum heild í fólkinum minkar, so verður meira og meira gjørt burturúr teimum ytru lutunum í teimum gomlu kristnu hátíðunum?

Jú minni dýpd, jú meira glitur og glimmur? Tað eri eg, sum spyrji.

Eg sigi ikki – als ikki – at flestu føroyingar eru við at gerast heidnir. Men vit kunnu ikki fornokta, at kristna trúgvin ikki hevur sama sjálvsagda tak á teimum allarflestu longur. Eitt er, hvat fólk trúgva innast í hjartanum, nú eins og fyrr, men tað er í øllum førum nógv meira vanligt nú enn fyri bert lutfalsliga fáum árum síðani at siga opið, at ein als ikki trýr, at nakar gud er til, at Bíblian fyri ein stóran part er heilaspuni, at kristni boðskapurin í besta føri er misskiltur, ja, enntá at kristna trúgvin eins og annar átrúnaður er beinleiðis almannaskaðiligur. Og so framvegis.

LES EISINI  Teir níggju lestrarnir

Eg veit eisini væl, at tey flestu halda jólini upprunaliga vera eina heidna hátíð, sum seinni varð “kristnað” – “adopterað”. Av taktiskum grundum, so gomlu heidningarnir skjótari kundu taka kristna boðskapin til sín. Men lat tað liggja eina løtu. (Í tveimum forvitnisligum greinum her á Trúboðanum, sum verða at lesa ávikavist stytsta dag og 27. desember, verður spurnartekin sett við tað uppáhaldið.)

Og so man tað eisini vera ein sannroynd, at aðrar hátíðir, sum hava nøkunlunda líka so gamlan uppruna sum jólini, men sum føroyingar ikki eru farnir at halda fyrrenn seinnu árini, eisini gera meira og meira burturúr tí ytra.

Kanska liggur tað bara í tíðini, at “úttrykkið” skal vera sterkari og størri og festligari (meira og meira “amerikaniserað”?) hvørt ár?

Kanska er tað meira upplagt at koma til eina aðra niðurstøðu, sum tó líkist eitt sindur: At sjálvt í super-individualistiskum tíðum hevur menniskjað tørv á nøkrum at hátíðarhalda í felag. Nøkrum, sum er størri enn menniskjað sjálvt, ella sum í øllum førum bindir menniskju saman. Og at siðbundnar hátíðir tí hvørki detta burtur ella minka í glitri, fyri tað um eitt fólk líðandi skiftir trúgv, ella als onga trúgv sigur seg hava.

LES EISINI  Silvitni: Eitt fjós og ein krubba
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina