Factum est!

Factum est! Soleiðis byrjar jólaevangeliið, høvdu vit lisið tað á latíni, ”tað hendi”. Tað er ikki ein dreymur, men ein hending. Tað snýr seg ikki um, sum hjá  H.C. Andersen – tað var einaferð – har vit fáa eina søgu, sum vit skulu læra nakað av og ikki meira enn tað, men hetta snýr seg harafturímóti um, at í veruleikanum fór nakað fram. Tað handlar um sjálvt lívið.

Tað hendi, meðan heimsins mætu menn ikki itu Donald Trump í Washington ella Vladimir Putin í Moskva, men Augustus í Róm. Meðan tað sum oftast ræður um vald, pengar og eftirlit, letur Gud seg føða.

Tá ið hin mæti Augustus blæsur seg sjálvan upp fyri at vísa, hvussu stórur hann og ríki hansara er, fremur hann eitt manntal. Í hesum ger Gud seg minni og blandar seg millum okkum sum ein av okkum og ikki nakað annað. Ævinleikin kemur inn á menniskjans tíðarlinju. Gud kemur inn í henda heim, vit liva í. Tað er nakað serligt.

Gud er komin nær

Hetta kann tykjast at vera ov stórt. Er tað eitt ævintýr? Nei – eitt faktum. Tað hendi. Tað er tað størsta, Gud hevur gjørt síðan skapanina, ja, tað er størri enn sjálv skapanin.

LES EISINI  Kom til gudstænastu við Trúboðanum

Hvussu kann tað vera tað? Jú, her tekur Gud okkara náttúru.

Tað óparaliga parið, Gud og menniskjað, verða eitt í Jesu persóni.

Gud ger seg ítøkiligan í Jesusi. Hann fær kropp og sál. Hann má vaksa og fær somu kor sum menniskjað. Gud, ið var langt burtur, er komin nær. Tann óatkomandi Gud verður atkomandi í persóninum Jesusi Kristi.

Tað, hann var, Guds sonur, tað helt hann fram at vera, søgdu tey í fornkirkjuni og hildu fram: Tað, hann ikki var, menniskjað, gjørdist hann. Jesus vildi niður til okkara, inn til okkum. Hann vildi byggja brúgv yvirum ta fjarstøðu, ið var komin millum okkum og Gud. Tí hann vildi vera saman við okkum og gera nakað fyri okkum, sum bara hann er mentur at gera.

Frelsarin er føddur

Gud boyggir seg niður til okkara. Tað er tí, at vit halda jól. Jól halda vit, tí ein frelsari er føddur, ein, ið skal frelsa, bjarga, fría og verða lívbjargari menniskjans. Jesus vil frelsa okkum frá nøkrum til nakað annað, frá glatan til Himmalin. Tað er bjarging hansara, tí hann sá, at menniskjað var á veg ímóti avgrundini. Frelsu eigur hann og hon, sum trýr á hesa frelsu í Jesusi Kristi. Jesus gjørdi alt fyri okkum; okkum, ið ikki eru verd hansara kærleika, ei heldur nakrantíð verða tað. Hann gjørdi tað ókravdur.

Kierkegaard hevur sagt: Á himli og á jørð og í helheimi var eingin, ið kundi seta hann lágt. Hann setti seg sjálvan lágt.

Eingin annar er farin frá so nógvum okkara vegna sum hann, og hann fór frá allari himmalsins dýrd. Eingin hevur valt at seta seg sjálvan so lágt annara vegna sum hann, ið fór heilt til krossardeyðan.

LES EISINI  Poddvarp við Jonhard: Hini trý trøini

Barnið í Betlehem er heimsins frelsari. Hetta eru gleðiboðini, eisini hesi jólini, at ein frelsari er føddur.

Vilja vit lata upp fyri honum?

Kirkjufaðurin Hieronymus, ið livdi í 300-talinum, búði nógv ár í føðibýi Jesu, Betlehem. Seinastu árini, hann livdi, birtist honum ein sjón. Hann talaði við Jesusbarnið í krubbuni. ”Góði, Harri Jesus,” segði hann við hann, ”eg vil so fegin geva tínum fátæku vinum okkurt og eisini sleppa at geva tær okkurt, annars fer tað at harma meg til deyðis.” Men Jesusbarnið smíltist og segði: ”Vilt tú vera gávumildur, kanst tú geva mær tína ringu samvitsku og tína støðugu sálarkvøl.” ”Men himmalska barn tó, hvat vilt tú gera við mína samvitsku og mína sálarkvøl,” spurdi Hieronymus. Jesus svaraði: ”Eg vil fara undir tær og bera tær fyri teg. Tað skal vera mín dýrd, mín æra, tí gjørdist tað jól.”

Vilja vit lata hjartadyr okkara upp? Jesus upplivdi tey fyrstu jólini. Stongdar dyr. Hann varð útihýstur frá herberginum. Guds sonur varð føddur uttan fyri okkara stongdu dyr. Vilja vit lata tær upp, so at jólagleðin kann verða fullkomin, so hann kann koma inn og bera synd okkara burtur, so vit kunnu syngja av gleði?

LES EISINI  Adventshugni í Skansahúsinum

Frelsari mín! Frelsari mín!
Náði tín hon er mítt skjól.
Paradísportrið er opnað mær,
aldri kann eg fulltakka tær
:,: fyri gleðilig jól:,:

Gleðilig jól!

 

Greinin varð prentað í Trúboðanum nr. 24/2011.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina