Kærleiki og trúfesti víki aldri tær frá
Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.
Runt um landið eiga vit nógv ógvuliga trúføst og røsk fólk. Fólk, sum altíð eru klár við eini hjálpandi hond, tá heitt verður á tey. Fólk, sum síggja tørvin og bjóða seg fram at hjálpa, at fyriskipa, at stuðla og at vegleiða. Fólk, sum seta annað til síðis, tá tørvur er á teimum. Fólk, sum vilja brúka dagar, mánaðir og ár í andligari tænastu – lønt og ólønt.
Vit søgdu herfyri trimum løntum starvsfólkum takk fyri tíðina, sum tey hava starvast í Heimamissiónini, nú tey fóru frá. Hesi fólk hava trúføst boðað orðið um Jesus, har tey komu. Hava sæð tørvin og hava bjóðað seg fram. Tey hava við kærleika sáað orðið hvør á sín hátt. Mangar ferðir tøkk skulu tey hava fyri tað! Og mangar ferðir tøkk skulu tey eisini hava fyri, at hóast tey nú ikki eru á lønarlistanum, so steðga tey ikki við at ganga í Jesu fótasporum og við kærleika og trúfesti sáa orðið. Nei, at vera ein Jesu lærusveinur er eitt lívsstarv, og ongin gerst ov gamal í hesi tænastu. Hvør ger sín gerning, har hann er settur. So nógvar og so ymiskar eru uppgávurnar, at ongum nýtist at ganga arbeiðsleysur.
Og tíbetur eru mong, mong onnur, sum heldur ikki eru á lønarlistanum hjá Heimamissiónini, sum gera eitt megnar arbeiði hvønn dag. Og til øll hesi mongu, vil eg fegin á henda hátt bera eina hjartans tøkk! Tit eru øll gull verd. Tá eg var heilt ung, plagdu eg og vinkonurnar at hjálpa til við ymiskum í missiónshúsinum, og tá vit vórðu spurdar um at hjálpa við onkrum, plagdu vit smílandi at hyggja upp á hvørja aðra og leggja afturat: “løn í Himli”, og so fóru vit til verka. Glaðar og nøgdar við at verða spurdar. At verða bidnar um at hjálpa við onkrum, sum vit megnaðu, menti okkum og gjørdi okkum spentar til næstu uppgávu. Og viðhvørt bjóðaðu vit okkum fram til okkurt, sum vit hildu tørvur var á. Einaferð fingu vit loyvi til at mála salin í missiónshúsinum, og tað, sum stendur eftir frá tí uppgávuni, er, at vit allar vildu sleppa at mála krossin, sum hekk á vegginum. Tí avgjørdu vit, at allar skuldu sleppa at mála eitt lítið pettið av honum í part. Allar vildu eiga lut í verkinum á krossinum. Og tað vilja vit enn! Og vit gleða okkum til lønina í Himli.
Soleiðis kunnu vit øll brúkast, og Gud ynskir at brúka okkum. Vit eru so signað her á landi, at vit eiga so mong, sum vilja gera ein gerning í Guds víngarði. Smá og stór, ung og gomul. Sumt, sum verður gjørt, sæst væl, meðan annað verður gjørt í stillum og sæst ikki so væl. Men hvør einasta tænasta hevur stóran týdning. Tí er umráðandi, at vit eru trúføst og halda á, hóast tað ikki altíð er so lætt. Hjá summum eru uppgávurnar nógvar og kanska tungar, tí fá eru um tær, meðan tær hjá øðrum eru lættari. Latum okkum minnast til at biðja fyri hvør øðrum og serliga fyri teimum, sum kenna seg standa í so einsamøll í tænastuni. Kanska kunnu tey, sum hava nógv fólk at taka av, bjóða seg til at hjálpa har, sum færri fólk eru.
Ikki eru vit altíð so røsk at bera hvør øðrum eina tøkk, men hóast tað, so eru vit sera takksom fyri hvørt einasta verk, sum verður gjørt. Tí vil eg enn einaferð siga mangar, mangar ferðir tøkk fyri alt tað, sum tit gera! Takk fyri kærleika til arbeiðið. Takk fyri trúfesti í arbeiðnum. Takk fyri forbøn. Tit fáa løn í Himli.