KFUK í Havn skipar aftur fyri jólaaftanshaldi

Fyri tey, ið sita einsamøll ella hava tørv á at vera saman við onkrum á jólum, verður aftur skipað fyri jólaaftanshaldi í KFUK í Havn í ár. Hesin siður hevur mong ár á baki, og vanliga eru millum 17 og 22 fólk, ið taka av hesum møguleika, sigur Louisa Niclasen, skrivari í KFUK, sum leggur tiltakið til rættis saman við manni sínum Eisenberg.

– Vit eru vanliga millum 17 og 22 fólk, og tað plagar at vera hugnaligt. Húsið er opið frá kl. 16.30, og fólk koma so spakuliga, meðan nøkur verða avheintað, so vit kunnu fara til borðs kl. 18, sigur Louisa.

Í ár er tað Hotel Føroyar, sum ger ein góðan jóladøgurða við dunnu. Jólaevangeliið verður lisið, tey syngja nakrar jólasálmar saman, og øll fáa pakkar. Aftur í ár støkkur løgmaður inn á gólvið, og annars er tað mest hugni og prát á skránni.

– Higartil hava 12 teknað seg, men vit rokna við eitt sindur fleiri, og freistin at siga frá er hósdagin. Hevur tú hug at vera við, skalt tú vera vælkomin – tað er bara at ringja til mín á telefon 211824, sigur Louisa at enda.

LES EISINI  Factum est!
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina