Kjak um mannavirði fráverandi

Tað hevur vakt ans, at heimsheilsustovnurin, WHO eftir øllum at døma mælir til at taka av tíðarásett mørk fyri fosturtøku í nýggjari leiðbeining.

Kristelig Dagblad hevur seinastu dagarnar varpað ljós á nýggju leiðbeiningina hjá WHO, ið ynskir at taka av reguleringsskipanir, ið áseta tíðargivin mørk fyri, nær loyvt er at fremja fosturtøku og ikki. Í roynd og veru er onki ovari mark fyri seina fosturtøku, hóast tað sera sjáldan kemur fyri, at loyvi verður givið til fosturtøku eftir viku 22, tá ófødda barnið verður roknað sera nær við at vera lívført, te. at kunna yvirliva uttanfyri lívmóðurina.

Merkir leiðbeiningin, at ófødd børn sambært WHO skulu kunna takast fram til, at tey eru fullborin? Kristelig Dagblad hevur ikki enn kunnað fingið eitt greitt svar frá heimsheilsustovninum upp á henda spurning, hóast fleiri áheitanir.

Og hevur WHO heilt gloymt etiska spurningin um ófødda barnið?

Kristelig Dagblad hevur sett seg í samband við Gorm Greisen, fyrrverandi formann í Etisk Råd og yvirlækni á intensivu deild fyri viðger av nýføddum og minni børnum á Ríkissjúkrahúsinum um hansara áskoðan um leiðbeiningina.

Skilir tú tilmælið í leiðbeiningini soleiðis, at WHO viðmælir, at tað skal vera frí fosturtøka fram til 9. Mánað?

Eg dugi ikki at lesa tað øðrvísi: WHO meinar, tað skal vera ein rættur at fáa fría fosturtøku fram til terminina hjá kvinnuni. Tað er jú heilt vitleyst! Tey skriva, at kvinnan skal hava rætt til fosturtøku uttan atlit til “gestatiónsaldur” og uttan uppílegging frá triðjaparti. Hesin triðjipartur er í Danmark tey fosturtøkuráð, sum søkjast skal frá fyri at fáa loyvi at fremja fosturtøku eftir viku 12.

Hvussu kann WHO koma fram til eitt, eftir øllum at døma so víðgongt tilmæli?

WHO sær tað sum ein menniskjarætt hjá kvinnum og børnum at kunna fáa framt fosturtøku. Tey hava sjóneykuna venda ímóti londum, har kvinnur ikki kunnu fáa framt fosturtøku og har tær tí fremja ólógliga og vandamikla fosturtøku. Tí mála tey nú við stóra og breiða penslinum, ið rakar øll lond, men har tað í Danmark rakar heilt við síðuna av, sigur Gorm Greisen.

WHO er lastað fyri ikki at taka etisk atlit til ófødda barnið. Ert tú samdur í hesum?

Í leiðbeiningini stendur onki um lítla menniskjað, ið liggur har inni. WHO nevnir bert rættindini hjá gentuni og kvinnuni. Hetta er aftur tí, tey tosa til onnur lond, ið noyða kvinnur at eiga børn, tey ikki vilja hava og tessvegna fáa framda vandamiklar og ólógligar fosturtøkur, sum er ein stórur trupulleiki sambært Gormi.  Men eg og mínir starvsfelagar standa hinvegin við ov tíðliga føddum børnum, sum við sjónarhorninum hjá WHO kunnu gerast til lógligar fosturtøkur, og vit uppliva eitt risastórt trýst fyri at bjarga teimum.

Gorm Greisen

Rættindini hjá kvinnuni skugga sostatt fyri atliti til ófødda barnið í einum donskum samanhangi?

Moralski trupulleikin verður risastórur, um vit taka undir við tí, WHO sigur, at so leingi, ófødda barnið er í lívmóðurini, ja so er tað einki, men tá tað kemur út um lívmóðurina, tá er tað alt. Tað er sambært Gormi eitt skrivstovusjónarmið, har tey heilt síggja burtur frá gradueringini millum fostur og barn, sum danska lóggávan roynir at eyðmerkja sum eitt mark fyri fría fosturtøku upp til 12 viku og fosturtøku eftir “indikatión”(sambært serligum loyvi, red.) aftaná 12.viku. Eg meti, WHO rakar við síðuna av og tí seta fót fyri einum viðkomandi og sakligum kjaki um mannavirði við bert at taka sosialpolitisk atlit, sum í nøkrum londum helst er ráðiligt, men har tey heilt síggja burtur frá øðrum lógligum viðurskiftum sum ófødda barnið, pápin, ættarfólk og samfelagið, og hvat vit halda vera rætt og skeivt.

Gorm Greisen stúrur fyri, at okkara mentan er á veg móti eini glíðibreyt, har tað gerst alt meira vanligt við fosturtøku. WHO hevur somuleiðis eisini eitt kjak koyrandi um, hvørt vit eiga at avmarka rættin hjá heilsustarvsfólki at siga frá og altso nokta fyri at taka lut í fosturtøkuni. Tey fara veruliga “ógvusliga” til verka.
Kristelig Dagblad: Maja Funk

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina