Kom og ver partur av spennandi framtíð
Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.
Høvuðsstýrið fyri Kirkjuligu Heimamissiónina hevur nú tikið endaliga støðu til, at øll útbyggingin av Leguhúsinum í Nesvík skal gerast liðug í einum. Hetta merkir, at um bert hálvtannað ár, so eru karmarnir munandi betraðir.
Leguvirksemið í Nesvík er støðugt vaksandi, og ein kann ikki annað enn gleðast um alt tað góða, sum hendir. Saman við okkara starvsfólki, eru eisini mong sjálvboðin við til at mynda alskyns tiltøk fyri allar aldursbólkar alt árið.
Í Nesvík eru til dømis bygda- og býarlegurnar mangar í tali, og við nýggjari høll og betri soviumstøðum, kann góðskan av vælumtóktu legunum gerast enn betri. Tey, ið hava serligan tørv, koma eisini at kenna ágóðan av útbyggingini.
Ímillum allar aðrar legur, er tó ein stórur og vaksandi bólkur, ið liggur okkum serliga á hjarta, og tað er ungdómurin, ið er okkara nútíð og framtíð. Ungdómurin fyllir deiliga nógv í Nesvík, og mangan eru ov fá sovikømur til dømis til konfirmantlegurnar. Í hesum sambandi síggja vit útbyggingina sum eitt trúarstig, ið kann verða teimum og so mongum øðrum til ríka signing.
Við øllum tí góða, sum verður gjørt bæði við hús, í lokalum gudshúsum og í samfelagnum annars, so metir Høvuðsstýrið fyri Kirkjuligu Heimamissiónina, at nú er tíð til at raðfesta ungdómin.
Í hesum sambandi vil eg takka øllum núverandi stuðlum, ið hava gjørt avgerðina um útbyggingina møguliga. Enn er tørvur á fleiri stuðlum, og vil eg við frímóði biðja teg umhugsa hesa tænastu.
Um ein ikki sjálvur luttekur á legum, so kunnu vit tó øll við ávikavist føstum- sum eingangsgávum ítøkiliga vera við til at bera verkætlanina framá og harvið eisini samgleðast um tað ungdómsarbeiði, ið fer fram í Nesvík.
Sum øllum kunnugt, so kemur ikki nógv gott av sær sjálvum. Gleðiboðskapurin er tó fríur, men kostaði Jesusi alt. Við trúarinnar gávu hava vit fingið lut í tí størsta, og kunnu vit tí nú sum kristin við gleði vera gevandi í tíð, bønum og góðum gerningum.
Tann eini sanni kærleiksfulli Gud gav alt, hann átti. Við honum sum fyrimynd kunnu vit í Guds ríkis arbeiði tí eisini eggja hvør øðrum til at stuðla fíggjarliga.
Mátti útbyggingin av leguhúsinum í Nesvík bert verið byrjanin til eina nýggja og spennandi tíð. Standa vit saman og bera í felag, so kunnu vit sum rørsla eisini á mangar aðrar hættir koma at virka positivt og gevandi millum okkara fólk.
Jú, framtíðin tykist bjørt og innbjóðandi. Ver tú eisini vælkomin við.