Kom við á familjulegu, har høvuðsevnið er takksemi
Kom við familjuni á legu í Nesvík í summar. Vit bjóða tykkum nakrar dagar, har familjan kann hugna sær saman í okkara fantastiska góðu umstøðum. Tað verður góð tíð til hugnaligar løtur saman við familjuni og vinfólkum og ein góður møguleiki at knýta nýggj vinarbond.
Á skránni verða millum annað familjumøti, juniormøti, áhugatímar til vaksin, hugni og spæl.
Áhugatímarnir í ár eru
- Takksemi fyri ymiskleikan
- Takksemi, tá tað er trupult
- Ung og rúsevni – Takksemi fyri felagsskapin
Tilmelding
- Tilmelding á mission.fo/tilmelding
- Tilmeldingarfreistin er 25. juli.