Kom við á Familjulegu í summar 1.-4. august
Kom við familjuni á legu í Nesvík í summar. Vit bjóða tykkum nakrar dagar, har familjan kann hugna sær saman í okkara fantastiska góðu umstøðum.
Tað verður góð tíð til hugnarligar løtur saman við familjuni og vinfólkum og ein góður møguleiki at knýta nýggj vinarbond.
Vit hava okkurt til alla familjuna
- Familjumøtir
- Juniormøtir
- Áhugatímar til tey vaksnu, har høvuðsevnið er takksemi.
- Hugni og spæl. Í Nesvík er sera gott spælipláss, vøllur og ein hylur, har børn og vaksin kunnu brúka nógva tíð. Inni eru m.a. ítróttarhøll, fótbóltsborð, borðtennisborð og gott pláss til hugna.
Kostnaður og tilmelding
- Tilmelding á mission.fo/tilmelding
- Tilmeldingarfreistin er 25. juli.
Í upprunaliga partinum av húsinum eru tvær familjur í hvørjum kamari. Til ber at viðmerkja, hvørjum man ynskir kamar saman við.
Eisini er møguligt at gista í nýggju lonini, har familjan er fyri seg sjálva.
Kostnaður
- Hjún 1.830 kr
- Hjún + 1 barn 2.160 kr
- Hjún + 2 børn 2.440 kr
- Hjún + 3 børn ella fleiri 2.720 kr
- Ein vaksin 915 kr
- Ein vaksin + 1 barn 1.245 kr
- Ein vaksin + 2 børn 1.525 kr
- Ein vaksin + 3 børn ella fleiri 1.805 kr
- Gestabarn 280 kr
- Kamar í nýggju kamarslonini 860 kr
Avboð
Um avboð verða givin, verður legugjaldið afturflutt soleiðis:
- Um sagt verður frá seinast 7 dagar, áðrenn tiltakið byrjar, verður alt luttøkugjaldið afturgoldið.
- Um sagt verður frá 2-6 dagar, áðrenn tiltakið byrjar, verður 75% av luttøkugjaldinum afturgoldið.
- Um sagt verður frá dagin fyri ella sama dag, sum tiltakið byrjar, verður einki afturgoldið.