Korini hjá teimum trúgvandi og avbyrgdu kristnu í Norðurafrika

”Sum kristin, kendu vit okkum altíð fáment og einsamøll. Nú kenna vit okkum sum ein part av SAT-7 familjuni. Vit gleðast um at kunna stuðla vøkstrinum í kirkjuni við at boða gleðiboðskapin um Jesus Kristus,” sigur Samia Kessai, sum er framleiðari og vertur á SAT-7 rásini, ”Open studios”, saman við manni sínum Salah og prestinum, Moez Medouni úr Tunesia.

”Meg minnist mína fyrstu ferð til Algeria, har eg møtti Samiu», sigur Rita Elmounayer. ”Vit skuldu senda beinleiðis sjónvarp frá gudstænastuni har, so eg spurdi hana, um hon var sannførd um, at hon vildi vísa andlit sítt fyri milliónum av hyggjarum? Eg var bangin fyri hennara trygd, men hon segði: ”Rita, forfylging er sum ein krúna, vit bera á høvdinum hvønn dag. Tak hana ikki frá okkum.”

Ígjøgnum sendingarnar í Open studios, nam Samia við hjørtuni á nógvum hyggjarum, tá hon fortaldi frá lívinum hjá tí ungu Norðurafrikonsku kirkjuni. ”Tey trúgvandi her eru nýggj í trúnni og tyrsta eftir at læra meira, serliga ígjøgnum sendingar, sum eru á teirra egna móðurmáli,” sigur Samia. ”Tá tey taka við trúgv á Jesus, geva tey honum alt. Tey opna teirra hjørtu og heim fyri tænarum hansara. Tey liva sum tey fyrstu kristnu. Tey seta sítt álit á Kristus og stúra ikki fyri tí jarðiska. Vit eru felags um alt.”

LES EISINI  Føroya Landsstýri letur menningarhjálp til SAT-7 Academy

Eins og tey fyrstu kristnu, so møtir kirkjan í Norðurafrika eisini kúgan, mismuni og forfylgingum í dag. ”Tað er ikki lætt at vera trúgvandi í hesum landsparti,” sigur Samia.

Hesi seinastu árini hava myndugleikarnir í Algeria gjørt seg inn á kirkjur og tvingað tey at steingja, forðað kristnum at savnast í felagskapum og at luttaka í felags bønum. Myndugleikarnir seta eisini avmarkingar við innflutningi av bíblium og kristnum bókum, sum merkir, at lítið er til av kristnum tilfeingi í Algeria. Samia og Salah arbeiða hart fyri at stuðla teimum avbyrgdu kristnu við teirra sendingum, sum stimbra tey nýggju trúgvandi í trúnni.

”Gud gav okkum serliga náði til at tæna teimum”

”Her er lívið ikki lætt,” sigur Samia. «Men Gud gav okkum eina serliga náði til at tæna honum ígjøgnum miðlarnar. Yvirhøvur er livihátturin nógv versnaður tey seinastu árini. Í dag kenna vit okkum ikki vard og trygg sum kristin. Mótmæli, stongdar kirkjur, vánalig fíggjarstøða, arbeiðsloysi og vánaligir útbúgvingarmøguleikar gera, at kristin vera skumpað úr landinum.»

LES EISINI  Kristin í Norðurkorea uppliva mong undur undir torturi

Moez Mediouni, prestur og kirkjuleiðari, í Tunesia, sigur frá, hvussu kirkjuleiðarar undir hesum umstøðum koma saman fyri at biðja fyri teimum trúgvandi og fyri framhaldandi kirkjuvøkstri. «Tey biðja um frið, vón, verju og veitingum við tað, at nógv eisini líða undir fátækradømi,» sigur Moez.

Hann heldur, at kirkjan má røkka út í samfelagið, eins og Jesus gjørdi, tá hann t.d. møtti kvinnuni úr Samariu. Og fyri at røkka hesum máli, hevur Moez við stuðuli frá SAT-7, fingið fatur á einum húsum í Tunesia, har hann ger sendingar og hevur prát við fólk um grundleggjandi gudfrøðislig evni, sum greiða frá tí kristnu trúnni fyri teimum ikki-trúgvandi.

«Kirkja okkara er 40 ára gomul,» sigur Moez. «Vit síggja unga ættarliðið koma við sínum børnum, sum eru fødd í kristnum familjum. Vit hava ein samleika at verja. Vit hava ein arv, sum vit hava brúk fyri at venda aftur til, og vit hava fyri neyðini at skapa eina góða fyrimynd í samfelagnum. ”

LES EISINI  Dómarar mæla iranskum kristnum til at avnokta sína trúgv

Moez sigur, at hann og SAT-7 toymið hava sama mál: «Ígjøgnum miðlarnar við SAT-7 sendingunum at síggja eina rørslu av menniskjum, sum venda sær til Kristus og vóna at síggja hetta Kristi ljós skína í landinum. Vit takka Harranum fyri, at vit hava djørv fólk við avmarkaðum tilfeingi. Vónrík menniskju, sum tað liggur tungt á hjarta at síggja nakað stórt henda. Vit líta á Harran. Tíðin er Guðs at byrja av nýggjum í hesum landi.”

Kelda SAT-7, Stytt og leysliga umsett.

Sí eisini vitnisburð frá Abdel-Nour, í práti við Samiu:

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina