KORONASENDINGAR Í LINDINI: Fólk kunnu gerast óttafull!! – ótryggleiki og covid19

Heine Lútzen og Svenning av Lofti hava havt sendirøð í Kristiliga Kringvarpinum LINDIN, sum teir kalla TROYSTIÐ, TROYSTIÐ FÓLK MÍTT!

Teir skriva í tíðindaskrivi, at koronasóttin fyllir so nógv í tíðindaflutninginum, at hetta skapir iva, ørkymlan og ótta hjá mongum.

Teir hava havt fýra sendingar, sum hava verið fríggjamorgnar klokkan 10:00.

Endamálið við sendingunum hevur verið, siga teir í tíðindaskrivi, við dømum og tekstum úr Bíbliuni at bera fólki ein stimbrandi og troystandi boðskap, ikki minst til tey, sum eru vorðin sjúk av Korona og teirra avvarðandi. Teir hava viðgjørt lívið og umstøðurnar hjá ymiskum bíbilskum persónum, sum t.d. Josva, profetin Dánjal og Gideon.

Í sendingunum leggja teir eisini upp til, at heita á fólk um at gera nógv brúk av telefonini í hesum koronadøgum, við at ringja til tey, sum sita einsamøll orsaka Korona, og lesa eitt orð úr Skriftini og biðja eina bøn saman við viðkomandi.

Svenning sigur, at teir hava fingið væl av afturljóði frá lurtarum, sum hava takka fyri sendingarnar.

LES EISINI  Lindin verður 20 ár - stuðulsdagur og opið hús leygardagin

Tað ber til at hoyra gomlu sendingarnar á Lindin.fo.

Skrivað: Kristiliga Tíðindatænastan v/poul jóhan djurhuus.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina