Kristfest – ein øðrvísi tónleikafestivalur
Tíðindaskriv
Kristni tónleikafestivalurin, Kristfest, sum verður í Nesvík 13. apríl, er serstakur á mangan hátt. Aftur í ár verður tað við luttøku av gávaðum kristnum tónlistafólki úr Føroyum og úr umheimi, sum fegin vilja deila út av sínum gávum, so áhoyrararnir fáa ríkar upplivingar at taka við sær heim. Ein upplívandi tónleikafestivalur í rúsfríum umhvørvi, har alt bara svingar.
Kristfest byrjar 13. apríl kl. 13.00 og endar kl. 02 eftir midnátt.
Festivaløkið er býtt upp í tvær høvuðsdeildir, onnur í Høllini, har 7 konsertir fara fram á stórapalli og hin í “matarsalinum”, har møguleiki verður at ganga aftur og fram, ella trekkja seg aftur til hugnaligt prát í kafé-økinum, har eisini fleiri kafé-tónleikainnsløg verða. Harumframt verður tað eisini møguligt at keypa sær ábit frá navnframum kokki.
Karmarnir eru avbera góðir til at familjur, ung og tilkomin kunnu fáa eina góða uppliving. Smá sum stór børn, ið ikki orka at lurta ov leingi, kunnu stuttleika sær á spæliplássinum, sparkivøllinum ella aðrastaðni uttanfyri, ella við ymsum leikum og aktivitetum innanfyri, alt meðan húsið dansar í takt við tónar og rytmur inni frá høllini.
Elskar tú góðan tónleik, kveikjandi og gávað tónlistafólk, opnan og fløvandi felagsskap, glað menniskju, góðan mat, ríkan og uppbyggjandi boðskap, ella bert okkurt av hesum, ja, so er Kristfest júst nakað fyri teg og dámar tær at spara og gera ein góðan handil, ja so er at bíleggja sær festivalpass áðrenn 12. apríl á midnátt fyri kr. 550,- við hurðina er prísur kr. 650,-. Sí prísir og annað á kristfest.fo
Umframt festivalpass fyri dagin, so er eisini møguleiki fyri at gista, annaðhvørt í kampingvogni, í kømrum í leguhúsinum ella á avtalaðum hotelli.
Inngongdin verður í partinum millum gamla og nýggja bygningin.
Meiri fæst at vita um tónleikarar og annað á kristfest.fo