Kristiligt Lurtara & Hyggjarafelag hevur aðalfund í Sandavági Kristi himmalsferðardag

Sum vant hevur einasta skipaða lurtara- og hyggjarafelag í Føroyum aðalfund Kristi himmalsferðardag, sum í ár er 30. mai. Fundurin verður í Meinigheitshúsinum í Sandavági. Klokkan 14 er aðalfundur, og klokkan 17 er alment sangmøti.

Kristiligt Lurtara & Hyggjarafelag varð stovnað í 1959, tvey ár eftir Útvarp Føroya. Endamálið er at virka fyri kristiligum sendingum í almenna kringvarpinum, bæði í útvarpi og sjónvarpi, eitt nú gudstænastum, kristiligum fundum, andaktum, kristiligum sangi og tónleiki, tíðindum frá kristiligum arbeiði og so framvegis. Eisini vil felagið arbeiða ímóti, at útvarp og sjónvarp verða nýtt til ósømiligar sendingar. Við øðrum orðum vil felagið verja, økja og styrkja um kristiliga tilfarið í almenna Kringvarpinum.

Felagið hevur eisini ein útbúgvingargrunn, sum kann stuðla teimum, ið ætla sær at fáa sær útbugving á fjølmiðlaøkinum og taka undir við endamáli felagsins.

Kristiligt Lurtara & Hyggjarafelag er skipað sum ein limafelagsskapur við meira enn 1.000 limum. Árliga limagjaldið er 100 krónur, og ein kann tekna seg sum lim, um ein er fyltur 14 ár.

Aðalfundurin verður í Meinigheitshúsinum Saron í Sandavági.

LES EISINI  “Syngið við” í Sandavági Kristi himmalsferðardag
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina