Kristin? Ja, men á mín hátt

Torleif Johannesen

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Av og á kanst tú hoyra fólk siga at tú kanst vera kristin á ymiskan hátt. Eg verði bangin og anfektaður og má biðja: “Kanna meg Guð og kenn mítt hjarta, rannsaka meg og kenn mína hugsan! Vita, um eg gangi á glatunarvegi og leið meg hin æviga vegin!” (Sálma 139, 23-24)

Samstundis má eg spyrja bíbliuna: “Kann ein verða kristin á sín egna hátt og sostatt sjálvur avgera, hvat kristindómur er?”

Bíblian sigur onganstaðni frá, at Jesus slakaði í treytunum fyri eftirfylgjan ella gav nøkrum undantaksloyvi, sum so kundi vera kristin uppá sín egna hátt. Ein kristin má fylgja Kristusi, sum sigur: “Tann, sum ikki tekur kross sín upp og fylgir mær eftir, er ikki verdur.” (Matt. 10, 48)

Tað er hyklarí at kalla seg kristnan og ganga sínar egnu leiðir og kalla Jesus sín, uttan at hava hann sum Harra og frelsara. Lærusveinarnir kallaðu ikki Jesus fyri vin, men Harra og meistara.

LES EISINI  Gud sendi ikki sonin í heimin at døma heimin

Ein kristin er Kristi ogn við øllum, ið hann eigur. Ein kristin eigur einki lív, hann kann kalla sítt egna: “Ella vita tit ikki, at likam tykkara er tempul heilaga Andans, sum er í tykkum, og sum tit hava frá Guði, og at tit ikki eru tykkara egnu.” (1.Kor. 6, 19)

Ein kristin veit ikki frammanundan, hvar og hvussu Kristus vil leiða hann, tí “hann gongur í trúgv, ikki í skoðan” og má troysta við Paulusar troyst: “Eg veit á hvønn eg havi sett trúgv mína” (2. Tim. 1,12). Og tað er nóg mikið. Trygdin og frímóðin í eftirfygljanini er lyfti um Jesu nærveru og hjálp, tí “hann, sum ikki spardi sín egna son, men gav hann upp fyri okkum øll, hví skuldi hann ikki eisini geva okkum alt í honum?” (Róm. 8, 22)

Mong kristin í dag tykjast at hava gloymt, at eftirfylgjanin má verða hundrað prosent, og at tað kann kosta lívið. Tey sita á áksoðaraplássinum uttan fyri stríðsvøllin og hugna sær við sínum kristindómi og vilja ikki rættiliga við í stríðið, av ótta fyri uppgávunum og offuri. Samstundis kunnu somu menniskju gott finnast at teimum, sum royna at stríða trúarinnar góða stríð og royna at vinna onnur og siga: “Hví gera tit ikki so og so? og hví hendir so lítið hjá okkum?”

LES EISINI  Gud sendi ikki sonin í heimin at døma heimin

Ja, hví hendir so lítið hjá okkum? Er tað tí, tað eru ov nógv, sum vilja vera kristin á sín hátt og einans hava Jesus sum eina trygd, sum einans verður leitað til, tá lívsins stormar og royndir vilja taka ein av fótum, og ikki sum dagligan frelsara og Harra?

“Hálvhjartaður kristindómur troyttar” hevur ein sagt. Er tað grundin til øll tey veiku, troyttu og ónøgdur kristnu í dag? Kæri vinur, tú, sum ikki rættiliga vilt ella torir við í stríðið, reis teg frá áskoðaraplássinum og kom inn á vøllin, inn í stríðið fyri egnum og næstans frelsu. Tí tann, sum ikki hevur umsorgan fyri síni egnu sál, hevur heldur ikki umsorgan fyri næstans sál. Tá upplivir tú, at stríð og gleði, offur og andnas kraft og gleði ganga hond í hond. Latum okkum so troysta hvør annan við, at stríðið er ikki mítt, men Kristusar.

“Tí, hann sum byrjaði í tær sín góða gerning, vil eisini fullføra hann til Jesu Kristi dag” (Tit. 1,6)

LES EISINI  Gud sendi ikki sonin í heimin at døma heimin

“Lat meg altíð sjá teg, Jesus,
framman fyri mær,
so at míni møddu eygu
líta bert at tær” (Heimamissiónssangbókin 88,2)

Greinin bleiv útgivin fyrstu ferð í 1990

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina