Lærusveinaskúlin PODAS Ekklesias skipaður við nevnd og viðtøkum

Seinastu 10 árini hava hundraðtals fólk í øllum aldri um alt landið gingið á Podas, sum er ein lærusveinaskúli. Bergur D. Joensen, prestur, setti skúlan í verk og hevur verið primus motor øll árini, men nógv onnur eru komin afturat, og nú er skúlin skipaður við nevnd og viðtøkum. Endamálið – missiónin – við Podas er “at byggja upp kristnu kirkjuna um allan heim við at gera Jesusi lærusveinar, sum fylgja og tæna honum, inntil hann kemur, og at byrja heima.”

Tað var 16. september 2008, at Podas varð stovnað í Vesturkirkjuni í Havn, tá undir navninum PODAS Ministies. Tveir lærusveinaflokkar byrjaðu henda veturin: Ein í Havn og ein í Leirvík. Síðan er arbeiðið voksið frá PODAS 1, til PODAS 2, til PODAS 3, og til PODAS 0, sum hevur somu skrá til ung og fyri øll.

Seinni varð navnið broytt til PODAS Ekklesias, og PODAS-flokkar hava verið um alt landið. Henda veturin eru heili níggju flokkar í senn, harav ein í Danmark. Hinir eru í Miðvági, í Havn, á Viðareiði, í Gøtu, á Sandi og í Hvalvík.

LES EISINI  Podas ríkar meg sum kristin og í lívinum sum heild

22. september í ár var hátíðarhildið, at Podas hevur tíggju ár á baki, og sama dag vórðu viðtøkurnar hjá PODAS undirskrivaðar á fundi í Vesturkirkjuni. Nevndin er skipað við tveimum umboðum úr Fólkakirkjuni, annað ein prestur og hitt ein kirkjuráðslimir, Kirkjuliga Heimamissiónin velur trý umboð, Kirkjuliga Missiónsfelagið eitt, fríkirkjan Oasan í Hoyvík eitt, Kristiligur Felagsskapur fyri Skúlaungdóm eitt, Blái Krossur Føroya eitt og Føroyska arbeiðið í Eliaskirkjuni í Keypmannahavn eitt. Harumframt velja floksleiðararnir í PODAS trý umboð. Tilsamans hevur nevndin 13 umboð.

Tey, ið manna nýggju nevndina, eru Bergur D. Joensen, formaður, Sverri Steinhólm, næstformaður, Atli Rasmussen, skrivari, Dagbjørt Ólavsdóttir Hansen, Andrias Magnussen, Jákup Erlingsson Petersen, Jógvan Steintún, Ragnhard Petersen, Petur Jákup (Dakko) Petersen, Heðin Arge, Derhard Jógvansson, Randi Joensen og Barbara Hannudóttir Jensen. Harumframt eru Kristian á Reynatrøð kassameistari og Barbara Hannudóttir Jensen kunningarfólk.

 

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina