Latið jólapakkar til sjófólk í 70 ár
Tað var í 1948, at fyrstu jólapakkarnir vóru latnir sjófólkunum, sum ein gáva frá sjómanskvinnuringunum og Føroysku sjómansmissiónini. Síðani hava sjómanskvinnuringarnir um landið gjørt jólapakkar til sjófólkið á hvørjum ári.
Tá flest pakkar vórðu latnir, vóru teir omanfyri 2000. Síðstu árini hevur talið liðið um 1250 pakkar. Í 2017 vórðu 1271 pakkar latnir sjófólkunum.
Fyrstu pakkarnir í ár fóru umborð á frystitrolaran Ran, sum í vikuni fór yvir á Flemish Cap. Her greiðir skiparin, Esben Poulsen, frá, hvønn týdning jólapakkarnir hava.
Jólapakkar til sjófólkið kunnu latast inn á hesum støðum:
Føroya Fiskimannafelag á Bryggjubakka í Havn, Leguhúsið í Nesvík, Blái Krossur Føroya í Runavík og Klaksvíkar sjómansheim.