Latið pakkar til sjófólkið í sjeyti ár

Aftur í ár hevur Føroyska Sjómansmissiónin latið jólapakkar til sjófólkið. Sigast má, at hetta er ein góð og gomul siðvenja, sum enn er til stóra gleði fyri sjófólkið.

Fyrsta árið, pakkar vóru latnir umborð á føroysk skip, var í 1948. Sostatt eru tað sjeyti ár, síðani sjómanskvinnuringarnir byrjaðu at lata pakkar til føroyska sjófólkið.

Tá flestu pakkar vóru latnir, vóru teir omanfyri 2000. Síðstu mongu árini hevur talið liðið um 1200 pakkar.

Torleif Johannesen, sjómanstrúboðari sigur, at í ár eru 1225 pakkar latnir umborð á 105 skip. Yvirlitið yvir skipabólkarnar sær soleiðis út: 74 fiskiskip, 15 handilsskip, 14 frálandaskip og 2 vaktarskip. Eisini kann nevnast at umleið 28 av teimum 105 skipunum vera burtur á jólum.

Sjómansmissiónin takkar øllum sum hava latið pakkar.

LES EISINI  Fekk nógvan døgurðamat sum tøkk
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina