Leggur tú nakað í tey ungu?

Dánial Olsen

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Eg hoyri oftari og oftari “gomul” rundan um meg siga, at samfelagið er á skeivari leið. At ung í dag ikki hava røttu virðini, og at tey ikki eru “ordiligt uppald”, at tey eru for harðlig, duga málið for illa, hava for ljótan málburð, roykja for illa, drekka for illa og vita alt for lítið.

Eg fari ikki at meta, um hesar útsagnir eru sannar ella ósannar, tí tað meti eg meg ikki føran fyri at gera. Men mín fyrsti tanki, tá tað kemur til hetta evni, er aloftast, “men hvat hevur tú gjørt fyri at broyta hendan trupulleikan?”

Um tú sigur, at ung í dag eru nógv for harðlig, hevur tú tá sett tær spurningin, hví so er? Um ja, hevur tú eitt svar? Og um ja, hevur tú sjálv/ur gjørt nakað fyri at loysa hendan trupulleikan?

Um tú sigur, at ung í dag ikki duga málið, hevur tú so nakra meining um, hví tað er? Um ja, hevur tú nakra loysn uppá trupulleikan…?

Tú skilir kanska, hvat tað er, eg royni at siga. Tað eg royni at siga er, at tað er ikki bara ábyrgdin hjá ungum, at tey ikki skikka sær nóg væl, ella at tey ikki duga okkurt nóg væl. Tí tað er sera lítið, eitt barn, ella ein tannáringur klárar at gera í mun til at samla sær sjálvum vitan og uppaling. Ábyrgdin liggur hjá teim vaksnu, ið eru rundan um tey.

Tú sum er foreldur, hvørji virðir leggur tú í børnini? Hvørjar søgur lesur tú fyri teimum? Lærir tú tey upp í morali, sex og trúgv? Jú, skúlin, kirkjur, og samkomur gera okkurt av hesum, men vilt tú veruliga hava, at tað eru tey, ið skulu læra børnini hjá tær hesi grundleggjandi og allar viktigastu tingini í lívinum, heldur enn at tú sjálv/ur ger tað?

Tú, sum er abbi ella omma, stuðlar tú børnunum hjá tær í uppalingini av abba- og ommu-børnunum? Uppalir tú abba- og ommu-børnini, hvussu tey skulu vera saman við teimum, ið eru eldri? Tosar tú nógv við tey, so at tey fáa eitt størri orðaval?

Tú sum er gubbi ella gumma, hjálpir tú til soleiðis, at barnið, ið tú hevur ábyrgd av, verður upplært í Guðs orði?

Tú, sum skal ansa børnunum, setur tú tey framan fyri einum skermi, uttan at kanna, hvørjum tey hyggja at?

Um tú fert inn í ein 8.-10. flokk og spyr, hvussu nógv av teimum kenna søguna um Dávid og Goliat, ella Dánjal í leyvubølinum, so vænti eg ikki, at tað eru nógv av teimum, sum vita tað. Ella um tú spyrt tey, um tey hava fingið nakað at vita frá foreldrunum um sex, ella um hvussu tey skulu finna sær ein sjeik/damu,  vænti eg eisini, tað eru sera fá. Er hetta í ordan? Er hetta veruliga nakað, vit kristnu í Føroyum í 2022, vilja standa inni fyri?

Tosað verður ofta um, at tað er for vánaligt at onki gott tilfar er til børn á netinum, sum tú trygt kann seta tey frammanfyri. Sjálvandi er tað ikki tað, tí tú, ið sigur tað, ger tað ikki sjálv/ur, og stuðlar ikki teimum, ið framleiða tað. Eg havi hvørki maka ella barn og havi tí sjálvur ikki beinleiðis havt brúk fyri hesum. Men eg vænti, at tá eg einaferð komi har til, so verði eg sera skuffaður av mær sjálvum, um eg ikki geri okkurt.

LJÓS FYRI FRAMMAN
Men eg haldi, at har er ljós fyri framman. Vit kunnu bara hyggja til USA, har í PragerU, hava gjørt ymiskt barna og ungdómstilfar í nøkur ár nú, og Dailywire, hevur stutt síðani boðað frá, at tey fara at brúka 100 mill. dollarar uppá barnatilfar. Hetta gera tey, tí at ongin annar gjørdi tað, so tey tóku ábyrgd og søgdu, “vit síggja ein trupulleika, so vit vilja eisini royna at loysa hann”

Heimurin stendur ikki í stað og fer altíð at broytast, so spurningurin er, vilja vit standa eftir?

Vit skulu ikki vera av heiminum, men liva í honum. Tað merkir ikki, at vit ikki skulu vera partur av honum, tí vit skulu jú liva í honum. Vit kunnu brúka nógva tíð og orku at tosa um, at hesin og hasin búskapar politikkurin skal bjarga okkara samfelagi. Men tað, sum veruliga ávirkar eitt land, er ikki hvussu búskapurin er, men hvørji virðini í landinum eru. Og eg haldi, at tey bestu virðini í heiminum eru tey kristnu, hvat heldur tú?

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina