Lestur til boðanardag Mariu

Úr: Í lýsing. Eftir J. Dahl

Rit at prenta:
Uppskot til heimalestur
Lestur til boðanardag Mariu

Og Maria segði: »Hátt setir sál mín Harran, og frøtt seg hevur andi mín í Guði, frelsara mínum, tí at hann hevur hugt til lítilsvirði tænastukvinnu sínar. Tí sí, frá hesi stund munnu allar ættir sæla meg prísa; tí at stórverk hevur hann mær gjørt, hin alvaldi. Og heilagt er navn hans. Og miskunn hans varir ætt eftir ætt hjá teimum, sum óttast hann. Hann veldisverk hevur útint við armi sínum, og hevur spreitt sundur hini hástóru í hugsan hjarta teirra. Høvdingar hevur hann rindað úr hásætum niður og sett lítilsverd hátt. Svong hevur hann mettað við góðum gávum, og rík rikið burtur við tómum hondum. Hann hevur tikið sær av Ísrael, tænara sínum, til tess at minnast miskunn sína – eftir tí, sum hann talaði til fedra vára – móti Ábrahami og avkomi hans allar ævir!« Men Maria dvøldist hjá henni (Elisabet) um tríggjar mánaðir, og fór síðan heim aftur til sín. Luk. 1, 46-56

 

Hátt setur sál mín Harran, og frøtt seg hevur andi mín í Gudi, frelsara mínum, tí hann hevur hugt til lítilsvirði tænastukvinnu sínar. Tað er Maria, sum soleiðis tekur til orða.

Hon var útvald av Gudi. Hon hevði fingið ta stóru signing, at hon skuldi verða móðir at Jesusi, at hon skuldi hava hann undir hjarta sínum og bera hann í heim.

Maria syngur. Tað er ein lovsongur, hon syngur. Hon lovar og takkar Gudi.

Hon lovar Gudi fyri seg sjálva; tí at hann hevur gjørt stórverk móti henni sjálvari, hann hevur hugt til lítilsvirði hennara, og allar ættir skulu prísa hana sæla.

Hon lovar Gudi fyri fólk sítt, Ísraels fólk; tí at hann hevur tikið sær av Ísrael, tænara sínum, til tess at minnast miskunn sína móti Ábrahami og avkomi hansara allar ævir.

Hon lovar Gudi fyri mannaættina alla, allar menniskjunnar vegna; tí at miskunn hansara skal vara ætt eftir ætt hjá teimum, sum óttast hann.

Maria ikki bert syngur. Hon er hin fyrsta, sum syngur takkarljóð fyri Guds gávu og Guds stórverk í Jesusi. Hon er hin fyrsta, sum tók at syngja hin stóra, glaða lovsongin til Guds í Jesu navni og fyri Jesu skuld. Fleiri og fleiri hava síðan tikið undir, og hesin mannalovsongurin er onga tíð tagnaður síðan; hann verður nú sungin um allan heimin og á øllum tungumálum, og gjøgnum allar tíðir skal hann ljóða.

 

Lovsongur er eyðkendur fyri kristindómin og hoyrir honum til.

Fullvæl vita vit tað, at hjá Guds egna, gamla fólki, Ísraels fólki, hevði Dávids harpan ljóðað merkiliga vakurt, og tað er sum vit hoyra hinar gomlu harpustreingirnar ljóða gjøgnum henda lovsong Mariu.

Men Ísrael var jú Guds fólk, eitt trúgvandi, gudrøkið fólk, hitt útvalda fólk hansara. Har varð tað fyribúgvið, sum seinri skuldi koma til fullnar. Har sipaði tað teimum fyri munni, sum seinri skuldi liggja raðið og skuldi klinga við treysti og frøi.

Kortini er tað satt, at lovsangur er eyðkendur fyri kristindómin. Kristindómurin er komin inn í heimin undir lovsongi, og á øllum leiðum hansara gjøgnum tíðirnar, bæði góðar og ringar, líka til dagin í dag, og bæði her og har um allan heimin hava lovsongir og takkarljóð ljóðað.

Longu áðrenn Jesus varð borin í heim, tá ið Mariu varð boðað, at hann skuldi verða føddur, hoyra vit Mariu syngja.

Jólanátt var songur bæði í himni og á jørð. Tá var tað ein fjøld av himmalskum herskarum, sum lovaðu Gudi. Og hirðarnir, sum fyrstir av monnum her á jørð komu til Jesusbarnið, lovaðu og prísaðu Gudi fyri alt tað, sum teir høvdu hoyrt og sæð.

Og í Jesu sporum her á fold fylgja alla tíðina lov og tøkk. Ferð eftir ferð verður tað sagt frá, at fólk lovaðu og prísaðu Gudi fyri tey orð, tey hoyrdu Jesus tala, fyri tey verk, tey sóu hann gera, og ikki minst lovaðu tey fólk Gudi, sum sjálv fingu hjálp og bjarging frá Jesusi.

Og seinri, tá ið Jesus er farin til himna, og kristindómurin verður boðaður frá einum fólki til annað, úr landi í land, tá er grundarljóðið, niðurlagið, í allari talu og í øllum arbeiði hetta: Lovaður veri Gud og faðir várs harra Jesu Krists!

Lovaður veri Gud og faðir várs harra Jesu Krists, sum eftir miklu miskunn síni hevur endurføtt okkum til livandi vónar fyri uppreisn Jesu Krists frá deyðum; við hesum orðum byrjar til dømis Pætur ápostul bræv sítt.

Gud fái tøkk fyri alla sína ósigandi gávu, soleiðis tekur til dømis Paulus ápostul einastaðni til orða.

Og tá ið sami Paulus fyrstu ferð kom til Europu sum kristniboðari, tá fóru hann og Silas, fylgismaður hansara, at syngja sálmar mitt á náttartíð í fangahúsinum, sum teir vóru koyrdir í, aftan á at teir frammanundan vóru illa viðfarnir og bardir. Slíkt vóru hinir fangarnir ikki vanir við; í fangahúsinum var annars vanligt at hoyra illbønir, óljóð og ljótar, illavorðnar vísur, og teir settust tí at lurta.

Og á seinastu ferð síni til Europu, ta ferðina, tá ið ódnarveðrið brast á, og teir mundu gingið burtur, teir strandaðu á eini oyggj og allir menn vóru mótfallnir og vónleysir, tá settist Paulus millum teirra ta seinastu náttina og bar takkarbøn sína fram til Guds og lovaði honum. Av hesum ressaðust allir hinir og fingu nýtt mót.

Sama er enn. Tak sálmabók okkara fram fyri teg og hygg sálmarnar ígjøgnum. Ella tak sálmabókina hjá einum og hvørjum kristnum fólki, tú vilt. Tú skal fáa at síggja, at tað eru lovsongir allir, at lov og tøkk og prís er grundarlagið, sum ljóðar gjøgnum teir allar samlar.

Og til síðst. Tá er tað henda dýra myndin, vit síggja: Ein stórur skari, sum eingin er førur at telja, av øllum fólkasløgum og ættum og tjóðum og tungumálum, og sum stendur frammi fyri hásætinum og lambinum, skrýddur í longum, hvítum klæðum og við pálmagreinum í hondunum, og teir lovaðu Gudi við harðari reyst og søgdu: Frelsan hoyrir Gudi várum til, sum í hásætinum situr, og lambinum.

 

Uttan fyri kristindómin er eingin lovsongur.

Um vit fara at kanna eftir í øllum átrúnaðum, sum annars eru til í heiminum, bæði í gomlum og nýggjum, tá fáa vit at síggja, at tey væl kunna hava song, bønir, klaganir, harmaljóð, neyðarróp; men lovsong, sálmar hava tey ikki.

Um vit vilja geva tí lívi gætur, sum bæði her og har verður avkristnað, sum slítur seg leyst frá Gudi og einki vil vita av Jesusi og hava við hann at gera, tá verða vit var við, at tey kunnu hava ymiskt, sum kanska kann tykjast bæði virðisfult og gott; men lovsongur ljóðar ikki hjá teimum, sálmar syngja tey ikki; teir eru tagnaðir.

Sjálvandi. Hvat skulu tey syngja um? Hvørjum skulu tey syngja av?

Tey kenna einki til ta sorg og tann móð, ta neyð og trongd, tað heljardýpi, – tey vita heldur einki um ta gleði og tann lætta, tað frælsi og ta vón, ta himnahædd, sum lovsongurin er sprottin av.

Hvør gleði er til dømis í tí, at vit menniskju eru með alla stongd og byrgd inni í hesum heimi, og at lívið hjá okkum er eitt høpisleyst og miðleyst stríð og ein meldur í klingur? Kann nakar lovsongur koma av tí? Nei.

Tað, ið vit hoyra, um vit geva okkum far um og lýða á, hvat ein gudleys menniskja ber fram, um so orðini kunnu vera vøkur og sita væl, er heldur ikki lovsongur, men ein tung og sár stynjan, ein klagan, eitt harmaljóð í vantreysti og vónloysi.

Tað hægsta, sum teir frægastu kunna náa til, er at royna at bíta á kampi, at lata sær lynda, at ugga seg, at sætta seg við lagnuna, tað sum tey kalla at resignera. Men resignatión er ikki tað sama sum lovsongur og trygd og gleði.

Og meðan tað fellur strævið sjálvt hjá heimsins vísmonnum at resignera, so kann eitt og hvørt lítið Guds barn av fullum og heilum hjarta syngja Gudi og faðirinum lov og tøkk í Jesu navni.

 

Hvat er grundin til, at lovsongurin er komin fram og verður hildin uppi?

Grundin er Jesu navn.

Tað er hetta, at eina ferð hevur ljóðað orðið: Tað er fullgjørt, og eina ferður hevur ljóðað orðið: Hann er staðin upp frá deyðum, og at tí eisini enn kann ljóða til eitt og hvørt menniskja orðið: Sonur mín, dóttir mín, óttast ikki, syndir tínar eru tær fyrigivnar!

Grundin er tann, at menniskju sanna, at Guds náðigáva er eitt ævigt lív í Kristi Jesusi harra okkara, at vit hava atgongd til Gud og faðirin, og at einki skal kunna skilja okkum frá Guds kærleiki í Kristi Jesusi harra okkara.

Sum kristin eiga vit tað, sum einki annað kann geva okkum. Vit eiga ein frið, sum heimurin ikki kennir, eina gleði, sum eingin skal taka frá okkum, ein veg, sum tað altíð er komandi eftir, tann veg, sum Jesus legði fyri okkum øllum við frelsunnar verki sínum, og sum hann gav einum og hvørjum einstøkum í heilagari skírn, at vit altíð kunna koma aftur til faðir okkara á himli sum børn hansara.

Um vit fáa trongdir, so vita vit, at vit eiga at ganga gjøgnum mangar trongdir inn í Guds ríki.

Og tess tyngri byrðirnar verða, og tess harðari trongirnar trýsta, tess reinari verður gleðin og sterkari lovsongurin.

Eiga vit ikki at lovsyngja Gudi meira og betur og glaðari enn vit gera? Eiga vit ikki hvønn ein dag at takka honum í orði, í verki, í lívi, fyri hansara ósigandi náði?

 

Amen.