Lestur til triðja sunnudag eftir páskir

Hetta heilaga evangeliið skrivar Jóhannes evangelistur í 14. kapitli, ørindini 1-11

”«Hjarta tykkara verði ikki óttafult! Trúgvið á Guð, og trúgvið á meg! Í faðirs míns húsi eru mangir bústaðir. Var tað ikki so, hevðieg sagt tykkum tað; tí at eg fari burtur at tilbúgva stað fyritykkum. Og tá ið eg eri farin burtur og havi tilbúgvið stað fyritykkum, komi eg aftur og skal taka tykkum til mín, til tess at har sum eg eri, skulu tit eisini vera. Og hvar eg fari, hagar vita tit vegin.» Tummas sigur við hann: «Harri, vit vita ikki, hvar tú fert; hvussu skulu vit tá vita vegin?» Jesus sigur við hann: «Eg erivegurin og sannleikin og lívið. Eingin kemur til faðirin uttan viðmær. Høvdu tit kent meg, tá høvdu tit eisini kent faðir mín. Og fráhesi stund kenna tit hann og hava sæð hann.» Filippus sigur viðhann: «Harri, sýn okkum faðirin, og tað er okkum nóg mikið.» Jesus sigur við hann: «So langa tíð havi eg verið hjá tykkum, og túkennir meg ikki, Filippus? Tann, sum hevur sæð meg, hevur sæðfaðirin; hvussu kanst tú tá siga: Sýn okkum faðirin? Trýrt tú ikki, at eg eri í faðirinum, og faðirin er í mær? Tey orð, sum eg tali til tykkara, tey tali eg ikki av mær sjálvum. Men faðirin, sum í mær er, hann ger gerningar sínar. Trúgvið mær, at eg eri í faðirinum, og faðirin í mær; men um ikki, tá trúgvið mær fyri sjálvagerninganna skuld!,,

»Eg eri« Tað er Guðs navn, Jesus brúkar í tekstinum, sum vithoyrdu. Tað ger hann, tí at sonurin og faðirin eru eitt. Tá ið Guðkallaði Móses úti við tornarunnin, segði hann honum navn sítt. Eg eiti: » Eg eri« Jahve. So er tað meðni hann, ið bókstaviliga eitur»Eg eri,« sum hevur orðið í dag, og ikki ein komandi og farandiprestur ella trúboðari. Tað er sama sterka »Eg,» vit her hoyra, sum Jesus eisini brúkar aðrastaðni, tá ið hann sigur: »Eg eri dyrnar,« »Eg eri hin góði hirðin,«  »Eg eri víntræið« og so framvegis. Henda útsøgn stendur sum sterkur mótsetningur og ger upp við: Tað -føra -nógvir -vegir- til-Guðs- átrúnaðin.

Eg eri vegurin. Og fyri at útihýsa øllum øðrum møguleikum, undirstrikar Jesus tað við at siga: Eingin kemur til faðirin uttan viðmær. Klárt og týðiliga vísir hann øllum øðrum møguleikum til frelsu burtur.

Mangur maður á okkara døgum, eins og altíð, hevur havt trupultvið at viðurkenna hendan veruleika, og tí royna menniskju støðugtnýggjar vegir til tess at koma á eitt ávíst mál. Men hvat annað er tað, sum hendir, tá ið vit enda á skeivum stað og ongan útvegsíggja enn hetta sama: Eg kann ei ganga eina, nei einki stig.? Taðtrýtur nú ikki við teimum, sum vilja vísa okkum veg til bæði hettaog hatta málið í lívinum. Hugsjónarmenn og heimspekingar, kenslubornir og kensluleysir ráðharrar, átrúnaðarligir og politiskirleiðarar, allir, hvør sum ein, geva seg út sum vegvísarar. Men allirhesir, sum standa og peika tær á eitt mál langt burturi, koma ikkisjálvir við tær.

LES EISINI  Lestur til fyrsta sunnudag eftir páskir

Men Jesus er ikki nøgdur við at peika á vegin og tala um hann. Men hann sigur: Eg eri vegurin. Eg kenni vegin. Eg vil fylgjastvið tær heilt á mál. Tað merkir, har eingin vegur er, fer hann framum og slóðar tær veg. Hann vil fylgja við tí menniskja, sum hevurmist alla kunning, og sum ikki veit í hvørja ætt, tað skal fara. Brádliga skapar hann veg mitt í oyðimørk. Soleiðis er hannvegurin mótvegis øllum vegvísarum.

Ein kristin studentur av Madagaskar var einaferð á vitjan í einumnorðurlendskum høvuðsstaði. Eitt kvøldi skuldi hann tala á einummøti í einari missiónsstøð í býnum. Seinni skrivar hann í einumblaði soleiðis: Tá ið eg um kvøldið fór heiman ífrá, hugsaði eg, at tað varð neyvan torført at finna vegin til húsið. Men tað var tað. Eg fór skeivur. Eg spurdi ein mann, ið kom framvið, um hann vistiat siga mær vegin. Brosandi og blíður royndi hann at greiða mær frá, hvussu eg skuldi ganga. Síðani nikkaði hann blíðliga og fór sín veg. Sum frægast royndi eg at ganga eftir teimum gøtum, hannhevði greitt mær frá, men skjótt var líka galið aftur. Hvar eri eg nú? Hvussu skal eg ganga? Aftur var eg noyddur at spyrja einannan mann, ið kom har. Hesin kom við eini drúgvari frágreiðingog eini langari røð av gøtunøvnum. Men tá ið eg hevði gingið einaløtu, hevði eg gloymt, hvussu allar gøturnar itu, og aftur var eg vilstur. Men so kom ein har og spurdi um eg leitaði eftir nøkrum. Hann sá ivaleyst, at eg hevði onkran trupulleika. Kom, eg skal fylgja tær! Og hann fylgdi mær líka til hurðina. Og honum havi eg at takka, at eg í evstu løtu kom rættstundis. Men, leggur hesinstudenturin álvarsamt afturat: Tað kvøldið lærdi eg ikki bara at finna vegin til eitt ávíst hús í einum stórbýi. Eg lærdi av nýggjumstóra munin millum kristindóm og allan átrúnað í verðini. Teirymisku átrúnaðirnir peika tær í ávísa ætt og geva tær frægastuuppskriftirnar, sum teir halda eru tær bestu: Gakk handan vegin, so verður tú frelstur. Men Jesus, hann kemur við tær og fylgir tær – líka inn í Guðs ríki.

LES EISINI  Lestur til Dýri biðidag

Eg eri sannleikin, er tað næsta, hann sigur um seg sjálvan. Hvat er sannleiki? So løgið tað ljóðar, vit trúgva fult og fast á tey tíðindi, sum útvarpið, sjónvarpið og bløðini bera okkum. Vit trúgvahvørjari søgu, sum søgd verður á neystatrøum, í bindiklubbum og við kaffiborðið. Fyri menniskjum á okkara døgum er hetta tanneinasti og ævigi sannleikin. Men vit vita, at ofta eru tað bara hálvirsannleikar ella bara smíðaðar søgur, ið har vera sagdar. Eg erisannleikin. »Hvat er sannleikin?« spurdi Pilatus. Ein og hvør, sum er av sannleikanum, hoyrir rødd mína. Ja men, Pilatus, so er sannleikin ikki meiningar, men ein persónur. Sannleikin er einpersónur. Hann, ið tordi at siga um seg sjálvan: Eg eri sannleikin. Tað merkir fyri tað fyrsta, at sannleikan kjakast vit ikki um. Fyrstakjakið um sannleikan gjørdist upprunaliga til syndafallið í Eden: Man Guð hava sagt? Tann, ið byrjar at samráðast við djevulin, viðlygnaran, hevur longu tapt. Trúgv er tí at trúgva á Jesus. Taðmerkir fyri tað annað, at sannleikin er ein. Ikki nógvir soleiðissum átrúnaðirnir eru, ella sum meiningarnar um Guð eru. Sannleikin er ein. Ein Kristus. Allir aðrir sannleikar eru blandaðirvið lygn, tí er tað eisini, at menniskju so ofta skoyta ein eið uppíhvønn setning, fyri at royna at prógva, at tey tosa satt. Men einkristin hevur ikki fyri neyðini at svørja, tí hann er eittsannleiksvitni.

Jesus er sannleikin. Tað gevst eingin annar sannleiki enn hann. Guð hevur vrakað og bannlýst allar aðrar møguleikar. Kom eineingil av himli og boðaði annan gleðiboðskap, tá verði hannbannaður, sigur orðið. Tí er orðið um Jesus satt og til fulnar tessvert, at tikið verður við tí. Her halda allir kjakfundir uppat.

Eg eri lívið. Tað er tað triðja, Jesus sigur um seg í tekstinum. Hvater lívið? Nøkur halda, at lívið er har, ið lívligt er. Onnur halda, at lívið er njótan: Vit mugu liva og njóta lívið. Og so kann tað endavið orðunum, sum stóðu at lesa á einum pappírlepa, ið ein hevðilagt eftir seg, áðrenn hann tók sítt egna lív:»Nú havi eg fingið nógmikið av lívinum. « Beiskleikin í hesi viðmerking er greiður. Her er ikki talan um eitt menniskja, sum í einari fløktari sinnisligaristøðu ikki veit, hvat tað ger. Ríkidømið í lívinum – hvat er tað? Er tað satt at hesin hevði fingið nóg mikið av lívinum? Ja, siga óivafleiri og kanska tey skoyta uppí: Eisini vit hava fingið nóg mikiðav lívinum! Vit eru langt síðani troytt av tómleikanum, av óvissuni, av vónbrotunum, sum lívið er so fult av.

LES EISINI  Lestur til annan sunnudag eftir páskir

Men tað sanna lívið er hvørki lívligt ella at liva og njóta lívið og so gera enda á tí, tá ið vit ikki tíma longur. Tey, sum venda sær móti lívinum við teirri grundgeving, at tey hava fingið nóg mikiðav tí, hava í veruleikanum ongantíð smakka lívið, tí lívið er ikkistríð og strev og skiftandi kor. Tað er heldur ikki har, ið lívsinsføgru blómur vaksa. Tí tá vildi lívið veri ójavnt býtt. Nei, sjálvtlívið er nakað heilt annað. Tað er ein innari fylling, ein andaligmettan. Lívið er nakað, vit skulu brúka okkara lív á foldum til at vinna. Lívið er Jesus. Tann, ið eigur hetta lívið, nýtist ongantíð at skriva: Eg havi fingið nóg mikið av lívinum. Tvørturímóti, hannveit, at Jesus gevur honum lív í yvirflóð, tað byrjar her og heldurfram hinumegin. Gævi menniskju kundu steðga á og sagt: Núhava vit fingið nóg mikið av tí lívi, sum er uttan lív. Og síðanikunna gjørt tað sannroynd: Bara tann, ið hevur sonin, hevur lívið.

Orðini eru søgd við Tummas og hinar lærusveinarnar. Tað er, einsog Jesus sigur: »Tá ið tú ert á ferð saman við mær, Tummas, so erttú ikki ávegis móti deyðanum, men móti lívinum; tú og vinirtínir!«

Jesus er vegurin, sannleikin og lívið. Tað var eingin annar, og taðkemur heldur eingin annar.

Ein maður spurdi einaferð, hvussu vit kunnu gera ein nýggjanátrúna, líka so góðan sum kristindómin. Jú, fekk hann til svar: Túskal bara liva eitt fullkomuliga lýtaleyst lív fyri Guði og menniskjum, lata teg krossfesta og jarða, síðani skal tú rísaljóslivandi upp triðja dagin. Og tað skalt tú prógva.

Men tað kann eingin. Bara í trúnni á Jesus vinnur sálin aftursamfelag við lívsins Guð. Og bara í trúnni á hann verður óttinrikin burtur. Hann er tann einasti, ið kann rópa út um alllanheimin: Hjarta tykkara veri ikki óttafult, trúgvið á Guð og trúgvi á meg. Amen!

Úr: Orð títt er sannleikin. Prædikur eftir John S. Myllhamar
Onnur tekstarøð

Rit at prenta:
Lestur til triðja sunnudag eftir páskir
Uppskot til heimalestur

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina