Lestur til annan sunnudag eftir páskir

Annar sunnudagur eftir páskir

 

Lesturin er tikin úr bókini “Í fyrstuni var orðið” – prædikur eftir John Myllhamar
Seinna tekstarøð

Rit at prenta:

Uppskot til heimalestur
Lestur til annan sunnudag eftir páskir

So kom tempulvígsluhátíðin í Jerúsalem. Tað var vetur. Og Jesus gekk umkring í halgidóminum, í súlnagangi Sálomons. Tá umringaðu Jødarnir hann og søgdu við hann: »Hvussu leingi vilt tú halda sál okkara í óvissu? Ert tú Kristus, tá sig okkum tað beint fram!« Jesus svaraði teimum: »Eg havi sagt tykkum tað, og tit trúgva ikki. Teir gerningarnir, sum eg geri í navni faðirs míns, teir vitna um meg; men tit trúgva ikki, tí at tit eru ikki av mínum seyðum. Mínir seyðir hoyra reyst mína, og eg kenni teir, og teir fylgja mær, og eg gevi teimum ævigt lív, og teir skulu allar ævir ikki glatast, og eingin skal slíta teir úr hond míni. Faðir mín, sum hevur givið mær teir, er størri enn allir, og eingin skal slíta teir úr hond faðirsins. Eg og faðirin eru eitt.«
Jóh. 10, 22-30

 

Jesus gongur umkring í súlnagangi Sálomons. Hann valdi henda stað at hava samtalur við lærusveinarnar. Hví mundi hann tað? Var hann veruliga tann Dávidsonur, sum tey so leingi høvdu væntað skuldi koma og gera Ísrael stórt og ríkt, eins og Sálomon gjørdi, ja, kanska uppaftur meira? Tá umringaðu Jødarnir hann og trongdu seg inn á hann við ikki so fáum spurningum: “Hvussu leingi vilt tú halda sál okkara í óvissu? Ert tú Kristus, tá sig okkum tað beint fram!” Men svarið, teir fingu, var eitt vónbrot: “Eg havi sagt tykkum tað, og tit trúgva ikki. Teir gerningarnir, sum eg geri í navni faðirs míns, teir vitna um meg; men tit trúgva ikki, tí at tit eru ikki av mínum seyðum.” Teir vildu ikki taka ímóti Kristusi, sum hann var. Og hann vildi og kundi ikki gerast tann, teir ynsktu sær. Knurrandi fóru teir tí avstað – uppaftur ónøgdari, enn teir vóru komnir. Líka til henda dag er støðan hin sama hjá gamla Ísrael.

LES EISINI  Lestur til annan sunnudag í advent

Ongantíð verður nakar nøgdur, fyrr enn hann hevur funnið sær eitt pláss í Jesu fylgi.

Andaliga sæð kunnu menniskju halda fyri oyruni, tá ið Jesus kallar – bart út vera tvørlynt. Tey kunnu í líkasælu og lættsinni lata orð hansara fara inn gjøgnum annað oyra og útaftur gjøgnum hitt. Men eisini tað øvuta: av heilum hjarta lurta, tá ið Jesus talar, og í eyðmýkt boyggja seg fyri orði hansara. Hin Óndi plágar lívið úr trælum sínum. Jesus gevur vinum sínum innihald í lívinum, og at enda ævigt lív. Tað er stóri og avgerandi munurin. Tess størri synd – tess størri vesældómur og ónøgd. Tess harðari stríð móti syndini – tess ljósari kor fyri menniskju og tess størri nøgdsemi.

Mínir seyðir hoyra reyst mína. Bara ein er, ið kann brúka slík orð. Mong halda, at tað, ið hevur størsta týdning av tí, sum skrivað verður um í evangeliunum, er tað, sum Jesus ger. Men tað, ið hevur størsta týdning er ikki tað, ið hann ger, men tað, ið hann sigur. Um tú í heila tikið hoyrir orð hansara, mást tú viðganga, at tað ofta eru slíkar avbjóðingar, at annaðhvørt mugu vit stoyta tær frá okkum, ella mugu vit grípa um tær í trúgv, tí tær svara til okkara djúpasta tørv. Hetta er galdandandi orðini í tekstinum í dag: “Eg gevi teimum ævigt lív, og teir skulu allar ævir ikki glatast, og eingin skal slíta teir úr hond míni.”

Vit skimast í allar ættir og siga: Gævi, tað finnist ein, bara ein einasti, ið ikki vil sleppa mær! Gævi, at eg hevði torað at trúð tí, at tað er ein, sum heldur fast allan vegin, eisini á seinastu náttarvøku! Tað trýtur ikki við stórum orðum í heiminum. Men so við og við gerast vit varin at taka alt fyri fult, og vit venja okkum at draga frá, tá ið tey føgru orðini ljóða. Eingin skal slíta teir úr hond míni. Hetta eru sterk orð. Og tú sigur: Gævi eg hevði torað at trúð, at ein avgjørt heldur fast. Og so svarar evangeliið: Júmen, tað er ein! Tað, tær leingist eftir, kanst tú finna. Hvør er tað, ið fær tey orð at hoyra? Hvør vágar at ogna sær Jesu lyftir? Orðini eru søgd um tey, ið hoyra rødd hansara og fylgja honum. Hoyra – og fylgja, tey bæði orðini brúkar hann.

LES EISINI  Lestur til fyrsta sunnudag eftir páskir

Tað stendur ikki, at vit fyrst skulu vera “nóg góð” ella hava eina ávísa nøgd av trúgv ella hava vunnið so og so nógvar sigrar. Tað er bara talan um at hoyra rødd hansara og at fylgja honum. Hoyra – og fylgja. Lurta og ger eftir hesum. So kanst tú í dag taka hetta orðið at tær, at eingin skal slíta teg úr hond hansara, tí Jesus tosar satt.

Gud helt ísraelsfólki føstum, hóast teirra ónøgd og ólýdni. Tey náddu fram til hitt heilaga landið, tí hann helt teimum føstum. Hann hevði útvalt hetta fólkið, hann hevði gjørt sáttmála við tey og givið teimum lyftir, og friðarsáttmáli hansara vikaðist ikki. Hann helt út. Tað sama síggja vit í viðurskiftum Jesu við lærusveinum hansara. Hann hevði útvalt teir, og hann elskaði teir til tað síðsta. Teir skiltu hann ikki og vildu ráða sjálvir, men hann gjørdist ikki troyttur; tí kærleikin er endaleysur, hann tolir alt, trýr øllum, vónar alt, heldur út í øllum. Kirkjusøgan heilt til okkara dagar vitnar um tað sama. Jesus hevur givið sítt lyfti. Helheims portur skal ikki fáa vald á hansara trúgvandi kirkju, og hann svíkur ikki. Vesældómur og falslæra hava verið stór gjøgnum øldirnar, men kortini stendur hon og verður standandi, tí í henni sjálvari er orðið, sum ongantíð fer til grundar. Svikaprofetar og falslærarar fara, men orðið førir hana altíð inn aftur á fasta grund. Og í lívi hins einstaka kristna er hetta galdandi: Hann heldur fast. Hvar høvdu vit verið í dag, um ikki hetta orðið var satt? Vit sviku, men hann helt fast. Vit gjørdust troytt, men hann byrjaði umaftur. Okkara hendur sigu niður, men hann tók um tær. “Eingin kann slíta teir úr hond míni,” sigur hin góði hirðin, og naglamerki eru í hondum hansara, tí ber tað til at trúgva honum. Hann er trygdin fyri, at hin góði gerningurin verður fullførdur, og hann biður okkum bara um eittans eitt: “Verði í mær, so verði eg eisini í tykkum.”

LES EISINI  Lestur til fjórða sunnudag í advent

Eingin skal slíta teir úr hond míni. Hesi orð frá hirða okkara elska mong menniskju. Ferð eftir ferð leita vit troyst í teimum. Kanska var tað ein faðir og móðir, ið stúrdu fyri framtíðini hjá barni teirra. Tey høvdu sagt barninum farvæl, tí tað skuldi heiman, bivandi við tankanum um, hvussu tað mundi fara at gangast tí.

Sjálv kundu tey ikki fylgja tí longur, so fegin tey vildu, men undir skilnaðinum settu tey álit sítt á orðini hjá tí góða hirðanum og mintu hvørt annað um, at hin góði hirðin hevur einaferð sagt, at eingin skal slíta tey úr hond hansara. Vildu tey bara halda seg nær at honum, so vóru tey varðveitt, og einki vald, hvørki uttanífrá ella innanífrá, kundi tá gera tí skaða.

Tey, sum gjøgnum eitt langt lív hava tænt Gudi og vant seg til at gera tað, hann hevur lært tey, vilja, – hóast allan vesældóm í heiminum – vitna um, at tey gjørdust eydnuríkari og tættari knýtt at honum fyri hvørt ár, sum fór. Tað er satt, at gøtan, sum hirðin leiðir fylgi sítt eftir, ofta liggur niðan brekkur, gjøgnum brattar og grýtutar fjallasíður – nakað annað lovar evangeliið ikki Guds børnum. Men tað er eisini satt, at teir vegir, hann førir tey, eru tryggir. Hann veit heilt víst, hvagar hann leiðir tey, og hann kennir hvønn einstakan í fylginum og hevur umsorgan fyri øllum. Tá ið kvøldið kemur, leiðir hann tey heim.

Tey, ið eitt summarkvøld hava staðið í Damaskusportrinum og sæð hirðarnar koma oman úr fjøllunum, hvør við sínum fylgi, og leitt tey heim til Jerúsalem í glæmuni av setandi sól, gloyma ongantíð hesa sjón. Tey síggja fyri sær hin stóra hirða seyðanna, sum kemur heim við sínum, og við bøn um, at teir mugu vera har allir samlir, tá ið sólin fer niður. Amen!

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina