Lít allar tínar leiðir

”Jesus fylgi tær!” er ein heilsan, kanska ein serføroysk heilsan, sum vit bera tí, sum fer avstað, kanska á eina longri ferð enn bert út fyri dyr.

Soleiðis hava vit heilsað hvørjum øðrum í ættarlið eftir ættarlið – og nógv signa síni børn, tá ið tey á morni fara í skúla ella út at spæla. Eisini ein vøkur heilsan, har vit í stuttari bøn ynskja teimum smáu ein góðan dag, í Jesu navni.

Í sálmi nr. 47 í Missiónssangbókini syngja vit:

Lít allar tínar leiðir
og alla hjatasorg
í Harrans hond,
sum eigur alt vald í himnaborg

Hetta brotið í sálminum bleiv mær ógvuliga kært, tá ið eg fyrst í hesum árinum fekk fleiri blóðtøppar og bleiv innlagdur á sjúkrahús. Eg fekk góða hjálp og at kalla ongi mein av hendingini. Meðan eg var innlagdur, hevði eg lítla megi og nógvar tankar. Tá var gott at leggja seg í Harrans hendur, ella sum vit syngja ”Lít allar tínar leiðir… í Harrans hond!”

LES EISINI  Samfelag við Gud

Mær manglaði orð, har eg lá, og egni máttur mín legði heldur ikki nakað afturat ævini. Hinvegin eru vit trygg í Jesu ørmum, og tað gevur ein frið, sum heimurin ikki kann geva. Á sjúkrahúsinum var eg í góðum hondum, og kundi ikki ynskja mær betri likamliga viðgerð. Umframt ytri umstøðurnar kundi eg leggja meg í Jesu hendur, og tað gav tann friðin, mær tørvaði – at hvíla og sova væl. Jesus hevur sagt: Mín frið gevi eg tykkum! og hendan friðin ynski eg øllum at kenna.

Tá ið vit brádliga verða tikin av fótum, er gott at eiga ein annan frið enn tann, sum heimurin gevur. Hendan friðin finna vit, tá vit ”Líta allar okkara leiðir í Harrans hond” og vit ynskja okkara kæru, at Jesus fylgir teimum!

”Jesus fylgi tær!” fari eg at heilsa onkrum í dag, fert tú?

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina