Løtumyndir úr landslagnum hjá ivanum
Bókaummæli: Bókin ”Øjebliksbilleder fra tvivlens landskab” er ein framúr góð hjálp til at møta tí ivandi menniskjuni júst har hon er, skrivar Børge Haahr Andersen, rektari á Dansk Bibel-Institut:
Bókin hevur eina sjálvlýsandi appelsinlitaða baksíðu, sum ger at teksturin á baksíðuni nærum er ómøguligur at lesa hjá okkum hálvgomlu monnum. Men sært tú burtur frá tí, so er tað ein lítil fitt bók, sum hugtekur lesaran, so skjótt tú fert at lesa hana. Hon er skipað sum brøv ella spurningar frá Michaeli, har hvørt einstakt evni hevur eitt svar ella hugleiðing frá Andreasi. Brøvini hava uppruna sín í áralongum samrøðum millum teir báðar. Tað eru ikki upphugsaðir atfinningarsamir spurningar til kristnu trúnna, men reiðiligur ivi, ið fær munn og mæli í eini røð av ”løtumyndum” hjá Michaeli og við teimum hugleiðingum, sum teir fremja hjá Andreasi.
Hátturin er annarleiðis
Hesin háttur er nýggjur og annarleiðis samanborin við tær mestu av teim bókmentum, givnar verða út í kristna umhvørvinum í Danmark. Í 20. øld var eg sjálvur við til at geva út eitt smárit, Tjúgu spurningar til ein kristnan. Útgávan savnaði tjúgu teir mest vanligu spurningar, sum vanligir danir og serstakliga studentaskúlanæmingar kunnu finna uppá at seta kristnu trúnni. So royndi eg at orða eitt stutt bíbilskt svar í nøkrum høvuðsevnum. Í veruleikanum vóru tað ikki smálutir, eg fekk greitt í eini sera stuttari útgávu. Eg fekk greitt bæði spurningin um tilveran Guds, um at Gud vil mær væl, um hitt ónda í heiminum, um trúgv og vissu og siðalæru. Kanska gekk tað eitt sindur skjótt og uttan at fara í dýpdina. Í dag eri eg eitt sindur argur inn á meg sjálvan, at eg ikki dvaldi eitt sindur meira við spurningarnar og setti orð á, at eg sum kristin stríðist við teir somu spurningar. Alt hetta vóru tankar, langt áðrenn hesir báðir rithøvundarnir vóru føddir-
Ivi eru kor – ikki eitt val
Hjá Michaeli og Andreasi er ivi ikki eitt val, men kor, ein «illa sæddur gestur», sum ikki er til at sleppa av við aftur. Í Lutherskum savnaðum hava mong stríðst við spurningin, hvørt Gud veruliga vil veita mær náði í deyðanum og dóminum. Í hesum lúrir ein grundleggjandi ivi: Er Gud har yvirhøvur? Báðir rithøvundarnir komast við hesar spurningar, men saman við eini røð av øðrum spurningum um fremmandagerðing, meiningsloysi, kenslusemi, keldur til iva, skommina, felagsskapin, trúnna – fyri at nevna yvirskriftina á evnunum í brøvunum.
Spurningarnir fáa loyvi at standa
Mangir spurnigar eru ávegis, mangar kenslur, royndir, sjónarhorn har ymsir rithøvundar verða tiknir við. Ein styrki við bókini er, at spurningarnir fáa loyvi at standa. Spurningar og royndir eru, sum nógvir lesarar kenna seg aftur í. Tað er stór styrki við bókini, at hon ger sera greitt, at kristnar menniskjur eru ikki fullvísar menniskjur. Andreas sigur at enda, tá hann hugsar um, hvat frelsandi trúgv í veruleikanum er. Svar hansara er, at hon er einki.(s. 102), Í teirri løtu, at ein menniskja velur at seta fokus á innastu kjarnuna í trúnni og leggja merki til hana eftir royndum, tá syndrast trúgvin. Í gerð merkir tað, at ein gudsnoktari og ein kristin kunnu hava sama iva, um Gud er til. Men hin kristni livir við máli móti tí, sum er uttan fyri okkum sjálv, at Kristus grípur okkum, tá vit sjálv ikki megna at halda fast.
Hetta er ein gamalur og nógv royndur vegur í landslagnum við trúgv og iva. Partar av pietismuni og vekingarnar hava roynt at eintýttgera ávísar trúarroyndir. Lutherska siðvenjan hevur hildið fast um trúnna sum eitt stríð og eina kreppu og eitt hjálparleyst róp til Gud. Her hevur bókin eisini eina rættleiðing til nútíðarligar royndir at gera ávísar trúarroyndir eintýddar og skrásetandi.
Eg lænti bókina út
Eg lænti bókina til ein, sum ógvuliga tilvitað hevur slept kristnu trúnni og er endaður í nýateismu við ágangandi atfinningum av Gudsmyndini í bíbliuni. Hann gav eitt jaligt svar uppá innihaldið í bókini. Tað var jaligt, at kristnar menniskjur ikki avsannaðu øllum teim spurnngum, sum hann sjálvur fyri fleiri árum síðani hevði sett í kristna umhvørvinum, uttan at fáa svar. Vegurin aftur til kristna trúgv er kanska framvegis langur, men tað hevði ávirkan, at tveir álítandi kristnir menn tóku sær tíð at dvølja við nakrar grundmenniskjaligar spurningar.
Gunnar Reynslág týddi