Hvat ætlar tú at lesa á páskum?

Páskahátíðin stendur fyri durunum. Sunnudagin er pálmasunnudagur, og komandi vika er stilla vika ella dimbuldagavika.

Gott er við góðum lestnaði um skírhalguna og um páskahátíðina.

Nethandilin hevur góðar bøkur, sum kunnu lesast hesar dagar.

Da englene tav

Trýst á myndina, so kemur tú inn á manna.fo

USA’s mest læste kristne forfatter, Max Lucado, tager de emner op, som Jesus berører i den sidste uge af hans liv. Vi følger Jesus på hans sidste vandring. Ved at opleve den kan vi lære at gå vores egen. 

Intet Jesus gør er tilfældigt og hans handlinger har flere formål – opfylde profetier og samtidigt vise os, hans efterfølgere, et eksempel, som kan efterleves. Det er fascinerende. Alt Jesus gør er perfekt og ugen slutter i verdens største kærlighedsakt, korsfæstelsen.”

Det bliver din livs vandring – og den ender med døden. Jesus snakker ikke undervejs. Han holder ingen hvilepauser. Han vandrer med målet for øje – ind i den hellige by mod templet, hvor han smider kræmmerne ud, videre gennem Getsemane til rettergang og dom, og videre ad Via Dolorosa til korset, hvor selv engle bliver tavse.

Opstand om opstandelsen

Trýst á myndina, so kemur tú inn á manna.fo

Hvat meinar kirkjan veruliga, tá hon sigur, at Jesus reis upp frá teimum deyðu? Hendi veruliga nøkur uppreisn? Og um so var, var hon so likamlig ella bara ein andlig uppreisn? Tað er tað als ikki semja um, og kjakast hevur verið um hesar spurningar gjøgnum alla kirkjusøguna. Ein røð av prestum og gudfrøðingum útgreina í hesi bók próvgrundirnar fyri, hví Jesu uppreisn skal skiljast júst so beinleiðis, sum fólk vanliga uppfata hana, og sum tekstirnir í Nýggja Testamenti leggja upp til. Jesu uppreisn er nevniliga tann hendingin, sum allur kristindómurin stendur og fellur við. Sum Paulus sigur: “Men er Kristus ikki risin upp, tá er prædika okkara fáfongd, tá er eisini trúgv tykkara fáfongd. (1 Kor 15,14).

LES EISINI  Manna: Seinasti møguleikin at vitja Pop up handilin

Rithøvundar: Jørgen Sejergaard og Henrik Højlund
Forlag: Credo
Útgivin: 2016
Blaðsíður: 160

Den tomme grav

Trýst á myndina, so kemur tú inn á manna.fo

Mong kristin hava lítla vitan um kristnu vónina. Tey hava sera veikar og ógreiðar hugsanir um tað, sum Bíblian boðar um deyðan, uppreisnina og tað æviga lívið. Tað gongur út yvir trúnna hjá tí einstaka. Tí uttan ta vitan, sum Bíblian gevur okkum um ta kristnu vónina, kann trúgvin ikki liva. Men við hesi vitan kann eingin og einki taka álitið og vónina í Jesusi Kristi frá okkum, skrivar høvundurin í fororðunum.

Bókin hevur stóra bíbilska og gudfrøðiliga tyngd. Hon er lættlesilig, og kann tí lesast av øllum, sum vilja vita meira um evnið.

Rithøvundur: Aksel Valen-Sendstad
Forlag: Dansk Luthersk Forlag
Útgivin: 1989
Blaðsíður: 101

Fra påskehåb til pinsetro

Trýst á myndina, so kemur tú inn á manna.fo

Thomas Kristensen er prestur í Hvide Sandi og upptikin av innihaldinum ígjøgnum kirkjuárið. Í bókini vísir hann á, hvussu okkara lív og trúgv á ein serligan hátt kann ríkast í tíðini millum páskir og hvítusunnu.

Her er ein andakt til allar teir fimmti dagarnar frá og við páskadegi til hvítusunnudag. Hvønn dag er eitt bílæti við síðuna av andaktini fyri at eggja til umhugsanar.

Allar andaktirnar enda við eini áminning um, hvat uppgávur Heilaga Andans eru. Og soleiðis verður bókin ein góð fyrireiking til at halda hvítusunnu og Heilaga Andans komu til jarðar. Tað er ein góð grund til at halda hvítusunnu.

LES EISINI  Myndakalendarin 2022 er komin

Påsken for begyndere

Trýst á myndina, so kemur tú inn á manna.fo

Her er ein bók við einum sindri at lesa hvønn dag í páskafrítíðini. Hon er um páskirnar, tí kanska veitst tú ikki, hví tú hevur frí. Hvat er hetta við páskum í veruleikanum um?

Henda bókin roynir at hjálpa til at skilja eitt sindur av loyndarmálinum um páskirnar. Hon er skrivað til teirra, sum seta stóru spurningarnar og sum vænta eitt ordiligt svar.

Bókin endursigur frásøgnina úr Bíbliuni um páskirnar, og tú kanst lesa nógv meira í Bíbliuni.

Rithøvundur: Rikke Jørn Obasi
Forlag: Lohse
Útgivin: 2010
Blaðsíður: 61

Kristus vores liv

Trýst á myndina, so kemur tú inn á manna.fo

Um gleðina við at kenna Jesus.

Vit eru skapað til at finna okkara djúpastu gleði í Jesusi. Tað er støðið í hesi bók, har vit verða latin inn í kristindómsins bankandi hjarta og uppliva Kristus í hvørjari æðr: í skapanini, í lívi hansara á foldum, í deyða hansara og uppreisnini og í tí lívi, sum hann gevur okkum. Hann er tann, sum vísir okkum Guds stórleika og kærleika. Hann er lívsnervin í kristindóminum. Meginhugtøk í kristindóminum so sum “frelsa”, “náði” og “evangelii”, hava bert virði, tí tey eru inniliga bundin til hansara. Evengeliið er Kristus.

Jesus alene

Trýst á myndina, so kemur tú inn á manna.fo

Allarstørsti andaligi tørvurin hjá einum kristnum er evangeliið um náðina og frelsuna í Jesusi. At boða hetta evangeliið var hjartamálið hjá enska prestinum og seinni biskupinum J. C. Ryle (1816-1900).

Hann skrivar einfalt og greitt, vekjandi og frígerandi. Hann leggur dent á, at vit sjálvi einki kunnu gera til okkara frelsu. Vit verða øll frelst við náðini í Jesusi Kristi og bara henni. Tað lív, sum vit liva við ávøkstri av trúnni á hann, kann ikki leggjast afturat Jesusi og hansara frelsu. Frá byrjan til enda hava vit sum kristin bara eitt at líta á, troysta okkum við og rósa okkum av: Jesus aleina.

LES EISINI  Menn í kjóla - Páskir

40 forretter til fasten

Trýst á myndina, so kemur tú inn á manna.fo

“Føstutíðin verður ofta mett sum ein døpur tíð”.  Soleiðis skrivar Peter Østergaard Jacobsen í fororðunum, men hvat er meiningin við føstuni, um bót og angur ikki er málið, og hvussu kunnu vit brúka hana?

Málið er Kristus og hansara ljós. Høvundurin, sum er prestur í Sankt Hans kirkju í Odense, greiðir í 40 skriftitalum um kjarnin í føstuni, og eggjar okkum at játta okkara syndir fyri Gudi í áliti á Guds náði í Kristusi.
Skriftitalurnar eru eitt savn við brellbitum av forrættum til høvuðsrættin á páskum.

Forargeligt

»Hvad får man, når en af verdens allerbedste teologer udlægger nogle af Bibelens allerbedste tekster? Denne bog.«
Mark Driscoll, pastor ved Mars Hill Church, Seattle, formand for kirkeplanternetværket Acts 29

»Med pædagogisk tydelighed og i festlige billeder og udtryk skildrer Carson, hvad korsfæstelsen betyder for os.«
Kristeligt Dagblad

»Virkelig meget guld at hente. Læs bogen langsomt, og tyg drøv på det forargelige i Jesu korsdød og opstandelse.«
Tro & Mission

»Det er ganske enkelt fantastisk at læse en bog med så klar en opbygning og tydelig udlægning af […] noget så centralt i troen, at den både kan og bør læses af både menigmand og teologer.«
Indre Missions Tidende

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina