Lukas 2 vit altíð goyma
Av og á verður spurt, hvar í orðinum vit finna jólaevangeliið, sum vit kenna best? Men hví ikki skrivað ein jólasálm, ið júst ber heitið “Lukas 2 vit altíð goyma” við støði í Mariu, Jósefi og øðrum persónum í bíbliuni? Guðs livandi orð var nú búgvið til hold í Jesusi Kristi. Serstaka stórhendingin var einki minni enn framúrskarandi! “Tí at tykkum er í dag ein frelsari føddur, sum er Harrin Kristus í Dávids staði!” (Luk. 2,11) Tímaglasið segði alt, tað, sum teimum var fortalt, hendi júst í tíðarlumma, orðið veik ei hálvan tumma.
Orð: Signar á Reynatrøð (2025)
Lag: Jórun Pólsdóttir (2025)
Sang: Jórun Pólsdóttir og Katrin K. Petersen
Lukas 2 vit altíð goyma
eins og Jósef jólanátt,
tá Maria moy í geyma
legði orð og anda, drott.
Tímaglasið segði alt,
tað, sum teimum var fortalt,
hendi júst í tíðarlumma,
orðið veik ei hálvan tumma.
Orðið kom til Jeremia
og Jesaja fornu tíð,
ei teir vildu við tí tiga,
bóru boð í bygd og bý.
Tímaglasið segði alt…
Orðið skapar lutir allar,
nú tað búgvið var til hold.
Hoyr Jóhannes hirðan kallar
fyri lambið Guðs á fold.
Tímaglasið segði alt…
Góður tokki millum manna,
fjøldin sang á náttarstund.
Símeon og gamla Anna
fingu sælan frelsublund.
Tímaglasið segði alt…
Orðið vit í hjarta trúgva,
Jesus koma skal ein dag,
altíð skulu vit tá búgva
í Guðs faðirs nýggja stað.
Tímaglasið sigur alt,
tað, sum okkum er fortalt,
hendir júst í tíðarlumma,
orðið vikast ei ein tumma.
Signar á Reynatrøð
