Lyklapersónurin

Hvør er ein kristin? Hvat krevst fyri at gerast ein kristin?

Ein fangavørður úr Grikkalandi setti eina ferð hendan spurningin:
-Hvat eigi eg at gera, at eg kann verða frelstur?
Svarið, hann fekk, ljóðar soleiðis:
-Trúgv á Harran Jesus, og tú skalt verða frelstur og hús títt!
Paulus og Silas, sum fegnir vildu hjálpa hesum manninum, talaðu síðan Harrans orð til hansara og til øll, sum vóru í hansara húsi.
Tú kanst lesa hesa frásøgn í Ápostlasøguni, 16. kapitli.
At gerast ein kristin er at fáa rætt samband við Jesus. At vera ein kristin er at taka boðskapin um Jesus í álvara í sínum lívi.

Tað er Jesus, tað snýr seg um. Hann er lyklapersónurin!

Tað er lætt at hugsa øðrvísi:
– At vera ein kristin er at vera religiøsur.
– At vera ein kristin er at bøta um sítt lív.
– At vera ein kristin er at broyta lívsmynstrið.
– At vera kristin er at gera tað, sum rætt er.

LES EISINI  Heima í himlinum

Um hetta er satt, so verður alt bert nakað, sum tú sjálvur skalt megna. Tú mást sjálv/ur taka avgerðina, um tú vilt verða ein kristin. Tú mást sjálv/ur broyta lív og lívsmynstur. Sjálv/ur “gera arbeiðið”. Sjálv/ur “renna skeiðið”.

Nei, sigur Bíblian! Tú kanst ikki gera teg frelstan. Men tú kanst hoyra teg frelstan.

Tað var hetta, fangavørðurin í Filippi upplivdi. Hann royndi ikki at bøta um sítt lív. Hann lat seg upp fyri gleðiboðskapinum um Jesus. Soleiðis varð hann frelstur! At hann síðan broytti lívsmynstur, er ein onnur søk. Tað var ein fylgja av at hava møtt Jesusi, men ikki ein treyt.
Tá eitt menniskja tekur ímóti gleðiboðskapinum, skapar tað álit á Jesus í hjartanum. Hetta álit kallar Bíblian trúgv. Tað er við trúgv á Jesus, at eitt menniskja verður frelst, ikki av gerningum.

“Tann, sum trýr á sonin, hevur ævigt lív; men tann, sum er syninum ólýðin, skal ikki síggja lívið, men vreiði Guds verður verandi yvir honum” (Jóh 3,36).

LES EISINI  Trúgv er álit og álit er trúgv.

Tað avgerandi er sambandið við Jesus! Tí er tað týdningarmikið at gera seg kendan við boðskapin um hann.

 

Til umhugsanar

“Tann, sum hevur sonin, hevur lívið; tann, sum ikki hevur Guds son, hevur ikki lívið” (1 Jóh 5,12).

 

Eftir Johnn R. Hardang (Noreg) í bókini “Veien” (Sambåndet Forlag 1998)

Hjørleif Poulsen týddi.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina