Maður úr Norðurkorea flýggjar úr landi sínum: Kemur á vitjan í Føroyum
Fyrst í september mánaði kemur hann, Timothy Cho, á vitjan í Føroyum. Hesa vitjanina leggur ”Open Doors,” Føroyadeild, til rættis.
Tá Timothy Cho var barn, fór fólkið í Norðurkorea, hóast áhaldandi ringar tíðir í landinum, gjøgnum enn verri tíður, enn áður. Hetta var í 1990’unum, tá ein samanseting av vatnflóðum og ymsum politiskum faktorum elvdi til hungursneyð í landinum.
Foreldrini hjá Timothy Cho flýddu úr landinum, og var sonurin eftir bæði fátækur og heimleysur. Hesa lagnu deildi hann við mong onnur børn, ið høvdu foreldur, sum annaðhvørt doyðu av svongd ella fóru uttanlands at finna sær føði. Hann kom sær undan, hóast líkindini vóru honum ímóti og megnaði at finna sær skjól heima hjá ommu síni. Men tá foreldur hansara vóru flýdd, mettu myndugleikarnir Timothy Cho at vera vandamiklan. Sjálvur tók hann ta avgerð at flýggja úr landinum.
Hann flýddi; varð uppdagaður, píndur og flýddi enn einaferð. Í dag er hann búsitandi í Manchester í Onglandi, og hevur har arbeitt innan felagsskapin «Open Doors.» Høvi verður at møta honum og fáa eitt betri innlit úr tí landi í heiminum, har tað er vandamiklast at vera kristin.
Tað verður mett at vera áleið 300.000 kristin í Norðurkorea. Av hesum verður mett millum 50- og 70.000 at vera í fangahúsi vegna kristnitrúgv sína. Í løtuni er tað stórt sæð ómøguligt at flýggja úr Norðurkorea, nú landamørkini eru væl afturlatin vegna Covid-19 farsóttiana.
Carsten Fonsdal Mikkelsen hevur skrivað / Henry Debes Joensen umsetti