Marta, Marta hví stríðist tú so……..

Beinta Persdóttir Joensen

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Maria hevur funnið hin góða lutin. Oftani havi eg hugsað, hvussu kann Maria hava funnið hin góða lutin, tá hon einki gjørdi?

Marta var gestablíð og rokaðist í køkinum og royndi at gera sítt besta soleiðis at gestirnir fingu góðan mat.


Men Marta stríddist og gjørdi sær nógvan ómak fyri Honum. Hon fór tá yvir og segði: “Harri, hugsar Tú ikki um tað, at systir letur meg vera einsamalla um at tæna Tær? Sig tó við hana, at hon skal hjálpa mær!”.

Luk 10:40

Eg síggi Martu fyri mær har hon stendur í køkinum og rokast og roknar við at fáa hjálp frá Mariu. Eg skilji væl at hon blívur strongd og fer at grenja. Vit hava øll nokk meiri enn einaferð verið í einari líknandi støðu, sum Marta stendur í.  Trúgvi at vit alt ov oftani í dagsins samfelagið liva sum Marta, vit hava ikki stundir til at hvíla og verða saman við okkara næsta og vit gera okkara besta og gera alt vit megna vit at fáa ein gerandisdag so góðan sum gjørligt.

LES EISINI  Lat stýrimannin føra skútuna!

Vit gloyma líka sum Marta kanska at stemma av við tey rundan um okkum um tey hava somu krøv og ynskir sum vit. Trúgvi at mammur og kvinnur oftani hava tað so, at vit hava eitt ynski og eitt støðið ið vit leggja fyri dagin í okkara hugaheimi, men vit gloyma at stemma av við tey ið eru rundan um okkum, um tey hava somu mál/ynskir sum vit.

Marta hevur nokk hugsa um at gestablídni er, tá ger man mat og drekka til gestirnar, meðan Maria hevur nokk hugsa at gestablídni, er at verða tilstaðar saman við gestunum. Um man fer inn og sigur hvør hevur fatur í tí rætta, so vildi eg sagt at hvørki er skeivt. Men Jesus ivast ikki, hann svarar:


Men Harrin svaraði henni: “Marta, Marta! Tú gert tær eitt stríð og órógv av mongum;

Luk 10:41

Talan er greið, Marta ger sær eitt stríð og órógv av mongum. Tí  heldur Jesus áfram og sigur í vers 42; men eitt er fyri neyðini, Maria hevur valt hin góða lut, og hann skal ikki verða frá henni tikin”.

LES EISINI  Snildfonir gera okkum býtt ...

Um vit hyggja eftir hvat Jesus sigur, so sigur hann at Maria hevur valt hin góða lutin og hann skal ikki verða tikin frá henni. Hetta fær meg at hugsa at Jesus við hesum ynskir at læra okkum at vit ikki skula gloyma at hvíla og lurta eftir boðskapinum og eisini verða mentalt tilstaðar fyri okkara næsta.

Samfelags rákið í dag er við til at vit eru øll við at gera sama feilin ið Marta gjørdi. Virðini ið vit eru við til at læta taka yvirhond eru, at vit hava nokk við okkara praktisku skyldum. Ikki tí at Marta gjørdi ein stóran feil, men hon misti bara gleðina burtur í øllum tí praktiska, hon stríddist og skilti ikki hví Maria valdi at sita við Jesu føtur og ikki heldur hjálpa henni.

Lívið hjá okkum øllum er fult av valum ið vit taka uttan at vit eru til- vitaði um hetta, vit velja ting til og frá uttan at vit geva okkum far um at tað er tað vit gera.

LES EISINI  Hvalvík og Streymnes á legu í Nesvík

Søren Kierkegaard sigur “det er dit valg og det er dit ansvar”. Vit hava øll møguleika at velja hvussu og hvat vit gera, men vit eiga eisini at at hava í huga at øll val hava avleiðingar, jaligar ella neiligar avleiðingar ið vit sjálvi hava ábyrgdina av.

Søren Kierkegaard hevur eisini fokus á hetta at verða ein “Spidsborger”, tað er ein ið ikki setur spurnartekin til nakað, men livir hvønn dag uttan at taka nakra støðu til nakað sum helst. Man kundi sagt at Marta var ein “Spidsborger” hon gjørdi tað sum man roknaði við av henni, hon setti ikki spurning við sína støðu. Men man kann siga at Jesus tók Martu úr “Spidsborgerrollen”
– Men Harrin svaraði henni: “Marta, Marta! Tú gert tær eitt stríð og órógv av mongum; Luk 10:41

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina