Meinigheitsfakultetið í Aarhus bjóðar nú teologisk netskeið

Á heysti í 2021 ber til at taka ávísar stakgreinir á bachelorstøði á Meinigheitsfakultetinum í Aarhus á netinum.

Netskeiðini eru skipað soleiðis, at tey lesandi fylgja undirvísingini heima við at hyggja at videofílum, loysa uppgávur og samskifta við undirvísaran. Tað merkir, at til ber at fylgja undirvísingini ta tíð á degnum, sum tað hóskar einum best. Bæði undirvísingin og royndin eru online og eru vanliga á donskum við teimum donsku lærarunum á Meinigheitsfakultetinum. Tó kann tað henda, at norskir gestaundirvísarar viðhvørt undirvísa.

Í heyst verður møguligt at velja millum hesar tríggjar lærugreinir:

  • Innførsla í Bíbliuna 
  • Kirkjusøga og trúarlæra 
  • Examen facultatum (vísindaástøði, hermeneutik (tulkingarlæra) og trúarspeki) 

Hvør lærugrein kostar 1800 kr, og allar lærugreinirnar geva 10 ECTS-stig. Sum útgangsstøði skulu tey lesandi hava tikið eina miðnámsútbúgving fyri at verða upptikin á netskeiðini.

Í dag er Meinigheitsfakultetið ein undirdeild hjá norska Fjellhaug International University College (FIUC – Aarhuus) við heimstaði í Aarhus, og skeiðini verða bjóðað út í samstarvi við FIUC.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina