Meira innihald og minni undirhald
Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.
Hvørt mikukvøld síggi eg fram ímóti at spæla badminton, tí tað er deiligt at fáa pulsin upp og sveitta eitt sindur. Um eg ordiliga havi kýtt meg til eina venjing, so gevur tað eisini eina góða kenslu í kroppinum restina av kvøldinum. So tað kann avgjørt viðmælast.
Fyri umleið tveimum árum síðani sendi Nápur ein faldara í hvørt hús í Runavík og har um leiðir og bjóðaði fólki til venjingar. Alt frá U9 til motiónslið. Og sakin er tann, at fyri meg er tað vorðið tvingandi neyðugt at finna okkurt virksemi, sum gevur eitt sindur av motión. Eg helt, at badminton var vert eina roynd. Og tað havi eg ikki angrað.
Viðhvørt hevur ungi formaðurin í badmintonfelagnum spurt, um vit gomlu ikki hava hug at koma við til onkra opna kapping. Higartil hevur svarið verið nei. Tí hóast alt havi eg ongar vónir um at gerast so góður, at eg kann fara til eina kapping við áskoðarum og tí heila. Fyri meg er endamálið bara at hava tað stuttligt og fáa nakað av motión.
Týskvøld eri eg til kórvenjing í missiónshúsinum, tí at mær dámar eisini væl at syngja. Á sama hátt sum motión ger nakað við kroppin, so ger sangur nakað við sinnið. Eins og øll eiga at íðka onkra ítrótt, so haldi eg eisini, at øll eiga at gera nakað við sang ella tónleik. Hóast tey flestu av okkum ongantíð verða so dugnalig, at vit kunnu fáa pengar fyri at gera slíkt, so er tað umráðandi, at vit halda á – fyri okkara egnu skyld.
Tá eg var ungur og búði í Fuglafirði, kom meira enn so fyri, at eg lurtaði eftir onkrum útlendskum kóri, sum hevði konsert í kirkjuni. Tað merkisverda var, at talið av áhoyrarum ofta var lítið størri enn talið av sangarum. Onkuntíð helt eg, at tað hevði verið synd í teimum, sum sungu, um eingin vildi lurta eftir teimum. Tí mátti eg fara at lurta. Altso var tað eg, sum gjørdi teimum eina tænastu, meira enn, at tey gjørdu mær eina tænastu.
Viðhvørt haldi eg, at tað er viðkomandi at spyrja um, hvør ger hvørjum eina tænastu. Eg rokni við, at tað finnast dømir um sangarar, sum halda seg vera noyddar at syngja. Og áhoyrarar, sum halda seg vera noyddar at lurta. Úrslitið er, at báðir partar fáa eitt keðiligt upplivilsi. Í einstøkum førum kann hetta eisini verða galdandi fyri talur og vitnisburðar.
Tá vit luttaka í barna- og ungdómsarbeiði, er tað lítil ivi um, at børnini og tey ungu hava brúk fyri, at vit gera teimum eina tænastu. Men tá vaksin eru saman við vaksnum, er tað ofta verri at avgera, hvør ger hvørjum eina tænastu. Og soleiðis haldi eg, at tað eigur at vera. Kanska er tað best, at allir partar eru á jøvnum føti. Til dømis eru sangur og talur týdningarmikil amboð í kristna felagsskapinum, men tey eru ikki endamálið. Endamálið er at koma saman við hvør øðrum og hava eitt samfelag við okkara skapara, frelsara og uggara.
Christian Joensen, Saltangará