”Men Gud greb ind” 7. partur – Petronelle Reinart

Í poddvarpsrøðini Men Gud greb ind hoyra vit eina røð av vitnisburðum, sum nakrir føroyingar skrivaði í 1960. Í dag skulu vit hoyra ein vitnisburð som Petronelle Reinert, lærarinna, hevur skrivað.


Árið er 1960. Vekingarrørslurnar í Danmark vóru á veg inn í eitt nýtt tíðarskeið, har persónligi vitnisburðurin ikki hevði so stóran týdning longur. Í Føroyum var øðrvísi. Vekingarrørslan her var nýggjari, og fleiri av fyrstu missiónsfólkunum livdu framvegis.
Tíðin var komin til, at føroysk missiónsfólk skuldu bera vitnisburðin um sín frelsara aftur til Danmarkar og Indre Missión, haðani tey upprunaliga høvdu fingið so nógvan íblástur. Fleiri meira og minni kend føroysk valafólk vórðu biðin um at skriva sín vitnisburð undir yvirskriftini “Men Gud greb ind”. Vitnisburðarnir vórðu savnaðir í eina bók, og forlagið Lohse gav bókina út.

Nú gevur Trúboðin bókina út sum Podcast á hesi síðu.

Carsten Fonsdal Mikkelsen, trúboðari, lesur úr bókini.

LES EISINI  Jonhard rundað 100 partar
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina