Mercy Ships fáa 41 milliónir frá Norad til heilsuátøk í Vesturafrika

Fyri fyrstu ferð hevur felagsskapurin Mercy Ships fingið stuðulspening frá norsku menningarhjálpini Norad til heilsuarbeiði sítt í Afrika. Hetta er ein merkisvarði fyri felagsskapin, sum fyrr hevur fingið noktandi svar, tá tey hava søkt um stuðul.

Mercy Ships Norge fáa tilsamans næstan 40,9 milliónir krónur yvir trý ár fram til 2021, og hetta fer at lyfta arbeiði teirra munandi.

Í 2012 fingu Mercy Ships noktandi svar uppá stuðulsumsókn sína, tí Norad helt, at felagsskapurin ikki hevði neyðuga førleikan. Seks ár seinni er metingin ein onnur. Í juli í fjør segði norska uttanríkisráðið, at mett skal verða, um Mercy Ships eiga at fáa stuðul til heilsuátøk sunnanfyri Sahara, og beint fyri jól fingu Mercy Ships fyrsta triðingin av samlaðu játtanini frá Norad.

Heilsuátøk í trimum londum

Peningurin verður nýttur til heilsuátøk í teimum trimum vesturafrikansku grannalondunum Senegal, Guinea og Liberia.

– Hetta eru verkætlanir, sum snúgva seg um skurðviðgerðir, at uppbyggja læknaførleikar í økinum, útgerð og nakað av undirstøðukervi, sigur Roger Vassnes, sum er dagligur leiðari í Mercy Ships Norge.

Roger Vassnes, leiðari fyri Mercy Ships Norge

Felagsskapurin Mercy Ships hevur røtur í kristiliga felagsskapinum Youth With A Mission (YWAM). 41 milliónir er ein stór játtan, tí tilsamans fáa teir 20 missiónsfelagsskapirnir, sum eru við í papaplyfelagsskapinum Digni, knappar 190 milliónir krónur frá Norad til sínar umleið 100 verkætlanir. Játtanin til Mercy Ships er umleið tað sama, sum felagsskapurin sjálvur savnar inn uppá somu tíð.

Í meting síni leggur Norad stóran dent á, at Mercy Ships ikki einans bjóða sær til at gera skurðviðgerðir, men eisini uppvenja læknar í londunum, har tey arbeiða, til at gera eitt arbeiði av sama slagi, og soleiðis styrkja heilsuskipanirnar í londunum.

Heimsins størsta

Mercy Ships vórðu stovnað í 1978 av Don Stephens og konuni Deyon. Stephens situr í stýrinum hjá Mercy Ships Norge, ið er eitt av 15 londum, har felagsskapurin hevur eina deild.

“African Mercy” (fyrr stórabeltsferjan hjá DSB “Dronning Ingrid”)

Felagsskapurin hevur fyrr havt fleiri sjúkrahússkip, av teimum er “Anastasis”, sum eisini hevur vitjað Føroyar, tað kendassta. Tá skipið “African Mercy” varð keypt í 1999, slepti felagsskapurin sær so líðandi av við hini skipini. Harafturímóti er “African Mercy” við sínum 16.500 tonsum heimsins størsta sjúkrahússkip við privatum eigarum. Við eru umleið 430 sjálvboðin úr umleið 50 londum, sum syrgja fyri dagliga rakstrinum uttan at fáa eina krónu í løn.

LES EISINI  Heimsins størsta hospitalsskip sína jomfrúferð

Lívsbroytandi viðgerðir

Arbeiðið snýr seg um at gera einfaldar, men lívsbroytandi skurðviðgerðir í londum, sum hava sera fá skurðtilboð, og til fólk, sum ofta als ongan møguleika hava at útvega sær slíkar tænastur sjálv. Mong teirra búgva eisini langt burtur frá nakrari heilsustøð, sigur Vassnes.

– Stjórnir í nøkrum av teimum londum, sum eru ringast fyri fíggjarliga í heiminum, bjóða okkum at hjálpa teimum pørtum av fólkinum, sum hava tað ringast.

Mercy Ships gera fimmáraavtalur við londini. Fyrstu tvey árini verða nýtt til at útgreina og fyrireika verkætlanir. Triðja árið liggur skipið við bryggju í tíggju mánaðir og tekur ímóti sjúklingum. Seinastu tvey árini verður eitt víðfevnt uppfylgingararbeiði gjørt og ein grundig eftirmeting. Ein týðandi partur av hesum er at læra upp og lyfta førleikarnar hjá heilsustarvsfólkinum á staðnum, so at tey kunnu føra arbeiðið víðari, tá sjúkrahússkipið fer víðari.

Síðani sjeytiárini hava fleiri enn 2,5 milliónir fólk fingið onkra hjálp frá Mercy Ships, og 90.000 ókeypis skurðviðgerðir eru gjørdar.

LES EISINI  Føroya Landsstýri stuðlar menningarverkætlan í Kjad

– Játtanin frá Norad er ein greið viðurkenning av arbeiði okkara ígjøgnum 40 ár, heldur Vassnes.

 

Kelda: Kristelig Pressekontor

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina