Pulserandi lívið í Keypmannahavn

Beinta Persdóttir Joensen

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Metro’in hevur lætt nógv um gerandisdagin hjá nógvum fólkum at koma hagar, tey hava tørv á

Tað er ein grøn Metro og ein gul, so vit ikki skulu hava nakað at taka feil av. Tann grøna linjan kundu vit sagt fer til tey grønu økini og tann gula fram við vatninum.

Tað hevur stóran týdning, at tú fert í røttu Metro’ina, alt eftir hvagar tú skalt, tí endastatiónin er langt frá tann sama. Standandi í Metro’ini finna vit útav, at her ruggar ikki heilt rætt. Eg spyrji ein ungan mann, um vit eru ávegis til Field’s? Vinarliga tekur hann oyrasnigilin úr oyranum og svarar, ”tað er helst best, at tit hoppa av her og taka hina Metro’ina inn aftur til Christianshavn og skifta so aftur har inni” – eg takkaði fyri og sonurin, ið var við mær, sigur: ”mamma, hasin maðurin var fittur og hjálpsamur”

Eg havi lisið til Diakon á Diakonháskúlanum í Århus, – og um tit ikki vita, hvat tað er, so hevur orðið diakoni sama týdning sum tænari. Hvat er so ein tænari? – hvør kann tæna? Má man hava lisið til Diakon fyri at tæna? Ella eru tað bara nøkur útvald fólk, ið kunnu tæna? Stutta svarið er, øll kunnu tæna!

Eg standi í kø umborð á Molslinjuni og smílist til eina eldri damu, ið smílist aftur til mín, -eina løtu aftaná kemur henda daman yvir til mín og sigur- ”teg tori eg at spyrja, er hetta rætta bíðirøðin at avheinta matin? Eg tori ikki at spyrja nakran annan her, tey síggja øll so óð út, at tey kundu biti høvdið av mær, um eg spurdi tey” Eg fekk so eitt gott prát við hesa eldri damuna, ið takkaði fyri, at eg var so vinarlig við hana.

Hví nevni eg hesi smáu dømini? Jú diakoniin hevur stóran týdning júst í hesum at vera saman við øðrum menniskjum – at ferðast saman á lívsleiðini, at hjálpa, har hjálp er neyðug, stórt ella smátt.

Vit gera ikki sjálvi av, hvørjum vit møta í Metro’ini- men vit gera sjálvi av at fara í eina Metro og eisini, hvørja Metro vit velja, tað grønu ella gulu.

Eisini gera vit av, hvussu vit eru, gronut, blíð osf., men vit avgera ikki, hvussu onnur eru við okkum. Eg var heppin henda dagin inni í Metro’ini, men eg havi eisini upplivað, at fólk hava verið avvísandi, tá eg havi staðið í líknandi støðum.

Hon svaraði: “Eingin, Harri!” Tá segði Jesus: “Heldur ikki Eg dømi teg; far avstað og synda ikki longur!”
Jóh. 8:11

Diakoniin tekur ikki støðu í, hvør menniskjan er, ið tú hjálpur. Har liggja ikki nakrir fordómar í, hvør tú ert, men bert, hvør tørvurin er í løtuni.

Hetta er eitt framúr grundarlag at byggja á, tí tá er man leysur av øllum fordómum. Man kann hjálpa uttan mun til, hvørjum tað er, tú hjálpur.

Maðurin í Metro’ini hjálpti okkum uttan at vita nakað sum helst um okkum. Hann var vinarligur, og fyri okkum gjørdi hann allan munin í tí støðu, vit vóru í júst tá. Konan í bíðirøðini í Molslinjuni var so ovurfegin, tí eg hjálpti henni hesa løtuna, hon føldi seg so skeiva. Hetta eru smá ting, kann man siga, men tey hava alt at siga í støðuni, man er í júst tá.

Vit kunnu siga, at Metro’inar eru eins. Tað eru fólk á ferð í báðum og fólk koma og fara, høgur sum lágur.

Størsti munurin er, at endastatiónin er ikki tann sama- so tað vil siga, at tað hevur alstóran týdning, at tú hevur tikið eitt val, áðrenn tú fert inn í Metro’ina. Hvar eri eg ávegis?

Man kann eins og eg taka eina avgerð og fara í tí skeivu Metro’ina uttan at vera vitandi um tað, men hvat velur man at gera við hetta í tí løtu, man finnur útav, at man er á skeivari leið? Diakoniin tekur ikki støði í, hvørjari Metro, tú ert í. Diakoniin hjálpur á staðnum!

Jesus er ímyndin av diakoniini. Tað er út frá hansana livihátti, at diakoniin fekk sín uppruna. Jesus var har, sum fólkini vóru. Hann hjálpti og segði bara “synda ikki longur’ tvs tað er fyrigeving uttan mun til, hvat var hent frammanundan. Diakoniin tekur ikki støði í tí, ið er farið. Hjálpir á staðnum og

hyggur frammeftir. Takk og lov fyri tað!

Hon svaraði: “Eingin, Harri!” Tá segði Jesus: “Heldur ikki Eg dømi teg; far avstað og synda ikki longur!”
Jóh. 8:11

Beinta J.P. Joensen
Námsfrøðingur/Diakon

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina