Minnast tey sjólátnu

Fríggjadagin 1. november er allahalgannadagur og minningardagur teirra sjólátnu.

Sum siðvenja er, skipar Føroyska sjómansmissiónin fyri almenna minningarhaldinum í Havn, sum verður klokkan 14 á Vinnuháskúlanum, Nóatún 2. Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, talar, og Theodor E. D. Olsen, prestur, hevur andakt.

Síðani verður farið niðan í viðarlundina, har løgmaður vegna Føroya fólk leggur krans við minnisvarðan. Prestur heldur bøn og lýsir signingina.

Um alt landið verða minningarhald at minnast tey sjólátnu, og summastaðni minningargudstænastur um dagin ella um kvøldið.

LES EISINI  Minningarhald teirra sjólátnu
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina