Minnast tey sjólátnu

Allahalganadag, 1. november, verða sum vant minningarhald um landið at minnast tey sjólátnu.

Føroyska Sjómansmissiónin skipar fyri almenna minningarhaldinum í Havn, sum verður klokkan 14 á Vinnuháskúlanum, Nóatún 2. Aksel V. Johannesen, løgmaður, talar og Jógvan Fríðriksson, biskupur, hevur andakt.

Síðani verður farið niðan í viðarlundina, har løgmaður leggur krans við minnisvarðan.

LES EISINI  Minningarhald teirra sjólátnu
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina