Minningarorð um Leivur Nattestad
Sunnudagin 25. mai andaðist Leivur Nattestad í Miðvági, 96 ára gamal.
Leivur varð føddur í Miðvági tann 4. oktober 1928. Hann var bert 13 ára gamal, tá hann misti pápan. Tað var í 1942. Tá hendi nakað, sum setti djúp spor í Miðvági. Trolarin “Nýggjaberg”, sum var farin til fiskiskap, spurdist ikki aftur. Ikki færri enn 16 miðvingar vóru við trolaranum, og ein teirra var pápi Leivur.
Undir seinna heimsbardaga búðu sera nógvir bretskir hermenn í Vágum. Sum 14 ára gamal fór Leivur at arbeiða sum kokkadrongur hjá hermonnunum norði í Vatnsoyrum.
18 ára gamal fór Leivur til skips við Varðberg. Seinni fór hann í læru í smiðjuni hjá Jákup Joensen.
Í 1951-52 gekk Leivur á maskinskúla í Havn, og eftir at hann hevði lokið prógv fór hann aftur til skips og sigldi við ymsum skipum m.a. Varðberg og Vesturvón, í umleið 20 ár.
Í 1964 fór Leivur undir sjálvstøðugt virki á landi. Tað var innan VVS-arbeiði og í 1986 fór hann undir handilsvirksemi, sum hann hevði í mong ár.
Leivur kom til persónliga trúgv á Jesus á ungum árum, og hevur verið sera virkin á tí andaliga økinum alt sítt langa lív. Hann hevði stóran týdning fyri arbeiðið í missiónshúsinum í Miðvági, og hann sat í stýrinum har í 35 ár, harav tey 17 árini sum formaður.
Eisini innan kirkjuna var Leivur trúgvur í tænastuni. Hann var deknur í Miðvágs kirkju frá 1967 til 2007. Tá hann legði frá sær eftir 40 ára tænastu, fekk hann medalju frá Margrethu drotning.
Leivur hevði góða heilsu og náddi høgan aldur. Seinastu tíðina var hann tó vorðin heilsuveikur og sunnudagin 25. mai orkaði hann ikki meira. Leivur er farin heim til Jesus, sum hann bygdi sítt lív á frá ungum árum av.
Tankarnir ganga til tín Marjun og børnini. Harrin styrki tykkum í sorgini.
Friður veri við minninum um Leivur Nattestad.
Torfinn Jacobsen