Mission10forty: Ja til fjós og krubbu og friður á jørð
Komandi vikuskifti skipar Mission10forty fyri trimum jólatiltøkum við sangi, tónleiki, stuttum framløgum og samrøðu. Endamáli við tiltøkunum er at kunna um arbeiði hjá Mission10forty og fyri at geva fólki møguleika at stuðla arbeiðinum millum kristnar armenskar flóttar.
Jólatiltøkini eru fríggjadagin í Klaksvík, leygardagin í Havn og sunnudagin í Runavík.
Atgongumerki fáast á atgongumerki.fo’ – og kostnaðurin er NULL krónur. (Men billett krevst sum so ikki – mann kann eisini bara møta upp ).
Sangurin verður við ymiskum – á fyrsta titakinum verður tað við Suð.
Tónleikurin verður m.a. við tí kongaliga klaverspælaranum Irina Hayrapetyan sum spælir verk úr heimlandi sínum, Armenia.
Tann, sum hevur framløgu og svarar spurningum, er Artak Beglaryan, fyrrverandi forsætisráðharri í Nagorno Karabakh, som er kendt som en hugtakandi persónur.
Sum barn misti Artak sjónina av eini bumbu, men kortini gjørdist hann leiðari fyri sítt fólk.
Í september 2023 varð hann saman við 120.000 øðrum brutalt rikin úr sínum bústaði, tá Nagorno Karabakh – eitt tað fyrsta og elsta kristna øki í heiminum – bleiv “etniskt reinsað” av muslimska diktaturinum Aserbadjan.
Men Artak steðgar ikki við at stríðast fyri sítt fólk á allan hugsandi hátt. Og týdningarmest: Hann letur ikki beiskleika eta seg upp, og talar altíð fólki frá at nýta tann harðskap, hann sjálvur er so hart raktur av.
Hann ferðast m.a. kring heimin fyri at skapa uppmerksemi um støðuna.
Artak er ein av teimum mongu, sum mitt í einum hørðum veruleika umboðar jólaboðskapin í verki. Nei til harðskap og hatur. Ja til fjós og krubbu og frið á jørð.
Á tiltøkunum verður eisini savnað inn til flóttafólkini, sum vóru rikin burtur í 2023. Hjálpin fer í stóran mun til seyð, geitir ella hønur, sum kunnu hjálpa teimum til at klára seg sjálv.
Á myndini tvey av børnunum, sum vórðu burturrikin.
Carsten Fonsdal Mikkelsen
