Misti dóttrina í Stord

Um ein góðan mánað, tann 10. oktober, eru liðin 10 ár síðani syndarligu vanlukkuna, tá flogfarið hjá Atlantsflog fór út av flogbreytini í Stord í Norra og fýra fólk lótu lív. Teirra millum var 41 ára gamla flogternan Gudrun Joensen. Mamma hennara, Elinborg, greiðir í samrøðu millum annað frá ræðuligu tíðini eftir hendingina, og hvussu gudstrúgvin bar hana ígjøgnum skelkin og stóru sorgina.

Alt ein ruðuleiki
So hendi tann ræðuliga flogvanlukkan tann 10. oktober 2006. Henda dagin var eitt av flogførunum hjá Atlantsflog á veg frá Stavanger til Molde og skuldi millumlenda í Stord. Umborð vóru tólv ferðafólk, og manningin taldi fýra. Teirra millum var flogternan Gudrun Joensen. Tá flogfarið lendi í Stord, fór tað út av breytini, og eldur kom í. Fýra fólk lótu lív, trý ferðafólk og ein av manningini.
– Eigil fór vanliga tíðliga upp um morgunin, og hann lurtaði altíð eftir útvarpinum. Hann kemur so og sigur við meg, at útvarpið sigur, at flúgvarin hjá Atlantsflog er farin út av í Stord. Eg visti, at Gudrun var farin til Norra dagin fyri. Tað vóru tvey hold av manningum, sum vóru har yviri, so eg visti ikki, um hon var við á hesum túrinum. Eg ringdi so beinan vegin til Gudrun, tí eg visti, at tók hon telefonina, so var hon ikki við. Men har var einki svar. Eg ringdi so til flogvøllin at spyrja.
“Á, er tað tú, góða”, sigur hendan, sum eg tosaði við. Eg hugsaði beinanvegin við mær sjálvari, at tú sigur “góða” við meg, so man okkurt vera galið. Eg tosaði so við ein mann, men fekk ikki so nógv at vita. “Tað er alt ein ruðuleiki, men vit skulu ringja aftur”, segði hann við meg, sigur Elinborg.

Les alla samrøðuna við Elinborg í Trúboðanum, sum kom út fríggjadagin 2. september.