Møti og takkarløta fyri heystið
Í annaðkvøld, 9. november klokkan 20.30, skipar Pól Johannessen, trúboðari, fyri møti í kirkjuni í Mikladali, har takkað verður fyri ávøkstur og skurðin í heyst.
– Nú eru fjøllini gingin, og nógv er komið til høldar, og tí fara vit at savnast og syngja saman, hoyra Guds orð og takka fyri skurðin í heyst. Aftaná eru øll boðin í Avhaldshúsið til hugna við drekka, spurnarkapping og annars bara at práta saman, sigur Pól.
Seinastu trý árini hevur Pól havt møtir í Fugloy, Svínoy og Kalsoynni í heystfrítíðini ella seinni á árinum, har takkað verður fyri grøðina, sum heystið gav. Við á møtunum hevur hann havt eplir, røtur, blóðpylsu, seyðarhøvd og ymiskt annað frá heystinum.
– Eg vil, at vit minna hvør annan á at takka fyri gávurnar, sum Gud gevur okkum, og samstundis vil eg minna á, at okkara lívsheyst eisini kemur, og vit eiga at gera okkum tilreiðar til tað, sigur Pól Johannessen.