Nær eri eg nóg góð/ur?
Skal ein trúgva samfelagsgranskarum, so spyrja mong av okkum ofta seg sjálvan: “Nær eri eg nóg góð/ur”?
Sprint Aagaard Korsholm skrivar:
Í einum samfelagi við sera nógvum útvortis og innvortis krøvum um at liva upp til mangt og hvat, hugsi eg ofta: ”Man hetta vera nóg gott” – ”Skal eg gera meira, ella kann eg slappa av nú?” Gud hevur tvey stutt svar uppá spurningin: “Ongantíð” og “Altíð”.
Ongantíð
Gud spyr sjálvandi fyrst: ”Nóg gott – til hvat?” Um tað er nóg gott til at liva upp til málið fyri tey menniskju, sum Gud hevur skapað, so er svarið “ongantíð”.
Síðani vanlukkuliga syndafallið hevur einki menniskja megnað at elska við tí dygd, sum líkist Guds kærleika. Gud skapti okkum til guddómligan kærleika, men vit valdu menniskjaligt sjálvsøkni. Tað er sjálvandi ikki tað, vit uppliva í gerandisdegnum. Men tað er mest, av tí at vit als ikki vita, hvussu góður kærleiki í roynd og veru kann vera.
Eg verði ongantíð nóg góður til at passa inn í tann fullkomna heimin, sum Gud ein dag skapar okkum. Ein heim við ævigum lívi og fullkomnum kærleika.
Altíð
Um eg harafturímóti skal vera “nóg góð/ur” til, at Gud elskar meg, so er svarið “altíð”! Gud skapti meg, og Gud elskar meg – uttan mun til hvat. Eg havi altíð óendaliga stórt virði fyri hann. Um eg vil við í tann nýggja heimin, so gevur Gud mær atgongd. Heilt ókeypis. Við at hann fyrigevur mær og nýskapar mítt andliga lív.
Eg skal ikki gera nakrar religiøsar venjingar ella gerðir “nóg væl”. Eg skal taka ímóti við gleði og fullkomiliga uttan nakað fyrivarni, soleiðis sum einans eitt barn dugir.
Er hesin tryggleiki grundarlag undir míni “búkkenslu”, so kann eg nógv frælsari fara í holt við at hyggja eftir, hvar í gerandisdegnum eg havi brúk fyri at gerast betri. Ikki fyri at Gudi skal kunna dáma meg – men fyri at gera henda heim eitt sindur betri at búgva í, meðan vit bíða eftir tí fullkomna.
Jesusnet.dk